Vika sex - Kenslur
6. februar 2024

Vika sex - Kenslur

Tað kann vera spennandi og avbjóðandi at vera tannáringur. Hesi árini henda nógvar broytingar og kenslurnar kunnu sveiggja nógv.

"Hvussu kennist tað at hava kenslur fyri einum øðrum persóni?“, „Kann eg dáma mín besta vini?“ og „Hvussu veit eg, um eg dámi onkran?“ Hetta eru spurningar, sum nógvir tannáringar ganga og spyrja seg sjálvar. Kanska hevur tú longu roynt tað? Um ikki, so kann tað vera, at tað fer at henda skjótt. At vera forelskað/ur er løgið. Onkuntíð er tað ein ófatiliga deilig kensla – og aðrar tíðir er tað ikki til at halda út. Tað kann gera teg so glaða/n, at tað merkist í øllum kroppinum, men tað kann eisini geva tær hjartabankan og sveittutar hendur, um tú eitt nú alla tíð hugsar um, hvørt hin persónurin eisini hevur gott eyga á tær. Les meira um kenslur og kynslív her