Vika Sex - Tað er ok at bíða!
At fara í song saman – ella hava samlegu – fyrstu ferð, er fyri tey flestu eitt stórt stig at taka.
Um mann hevur damu ella sjeik, er einki løgi í at hava hug at halda í hondina á hvørjum øðrum, at mussast, klemmast og kínast.
Flestu ung fáa við tíðini hug at fara í song saman, tí tað er spennandi og kennist gott. Tað er kortini rættiliga ymiskt, nær mann fær hug at fara eitt stig longur – og hava samlegu.
Nógv eru forelskaði fleiri ferðir, áðrenn tey velja at hava sex fyrstu ferð. Onki er at skunda sær við, gera tað í einum balli, ella aftanfyri eitt neyst, saman við onkrum tilvildarligum. Lat tað vera serligt og bíða heldur. Fyrstu ferð kann vera eitt sindur trilvandi, tí mann hevur ikki nógva venjing, men tað verður betri.
Tað er ymiskt, nær mann kennir seg kláran. Summi vilja gjarna royna tað og vilja ella klára ikki at bíða. Onnur vilja hava ein fastan maka og koma at kennast væl áðrenn. Summi velja at bíða, til tey eru eldri, tí tey kenna seg ikki kláran enn. Nøkur halda, at mann eigur ikki at hava samlegu, fyrr enn mann er giftur.
Tað er bara tú ið avger, nær tú fert at hava sex fyrstu ferð!
Les meir á okkara heimasíðu: her