Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur? (1)
1. August 2022

Vilt tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Starvið er:

24 tímar tíðaravmarkað starv á skúlaøkinum í Suðuroynni. Starvið endar tann 30. juni 2023. 

Starvið verður sett frá 1. september 2022, ella eftir nærri avtalu.

Vit kunnu bjóða:

  • sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi starv
  • fakligt mennandi umhvørvi
  • at vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfelagum

Førleikakrøv:

  • útbúgving sum heilsufrøðingur
  • løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • ábyrgdarfullur og álitisvekjandi
  • áhugaður fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum á bachelorstøði at søkja starvið, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði og danska løggilding
  • viðkomandi royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til trý ár við í minsta lagið 32 tímar arbeiðsviku. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barnapsykiatri ella heimatænasta. Ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 12 mánaðir til longdar og ein av starvssetanunum skal hava verið í minsta lagið 6 mánaðir.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:

Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík.

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 19. august 2022, kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lillian B. Poulsen, varaleiðara, lillianp@gigni.fo, tlf. 562332.