Virkin oktober
9. oktober 2023

Virkin oktober

At vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er sambært gransking við til at betra um sálarligu heilsuna og varðveita góða sálarliga heilsu.

Vit í Gigni taka undir við ABC boðskapinum hjá Fólkaheilsustýrinum. Í ár er evnið: "Nærumhvørvið og eg - saman um sálarliga heilsu"

Álmanakkarnir "Virkin oktober" eru tøkir til ávikavist børn, ung og vaksin. Teir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kann gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum pdf ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum her!