Visti tú, at uml 8% av øllum pápum fáa barnsburðartunglyndi?
25. juli 2025

Visti tú, at uml 8% av øllum pápum fáa barnsburðartunglyndi?

Barnsburðartunglyndi kann raka bæði mammur og pápar. Barnsburðartunglyndi kann vísa seg longu áðrenn ella aftaná føðing. Tíbetur kann barnsburðartunglyndi viðgerast, og jú skjótari tú kemur í viðgerð, betri eru møguleikarnir at koma ígjøgnum tilgongdina uttan ov nógvar vansar.

Hvussu veitst tú, um tú hevur barnsburðartunglyndi?
Um tú hevur barnsburðartunglyndi, kanst tú t.d. fáa tungar tankar ella angist, blíva illur ella fáa hug at rýma frá øllum. Nakrar av støðunum og tonkunum, sum kunnu benda á, at tú ert við at fáa eller hevur barnsburðartunglyndi kunnu vera:

  • Hjálparloysi: "Eg megni ikki at liva upp til mína ábyrgd", "Eg verði ein vánaligur pápi", "Eg megni ikki at geva nóg góða umsorgan" og "Eg havi ikki tamarhald á støðuni".
  • Vónloysi: "Mítt lív verður oyðilagt", "Vit skuldu ongantíð havt fingið børn", "Eg megni hetta ikki" og "Tað er onki, sum hjálpir".
  • Sjálvsniðurgering: "Eg eri ein vánaligur pápi" ella "Hetta dugi eg ikki".
  • Skuldarkensla: "Eg eri ikki nóg góður", "Eg burdi verið so glaður", "Eg kann ikki loyva mær ikki at elska mítt barn" og "Barnið fær eitt ringt lív við mær sum pápa". 

Hetta er tað, sum kann henda, um tú hevur barnsburðartunglyndi
Nakrir menn hava trupult við at merkja, at teir hava tað ringt sálarliga, og hava trupult við at tosa um, hvussu teir hava tað. Tí hevur tað týdning at geva sær far um, hvussu man hevur tað, og at lurta, hvat tey nærmastu siga, um man hevur broytt seg.

Tekin um barnsburðartunglyndi:

  • Fysiskir trupulleikar - svøvnloysi, verri við at hugsavna seg ella ringan matarlyst
  • Angist
  • Manglandi gleði og áhugi
  • Ráðaloysi og óró
  • Ring sjálvskensla og skuldarkensla
  • Vónloysi
  • Sjálvmorðstankar

Nakrir menn kunnu eisini reagera við:

  • Vreiði ímóti barninum, móti makanum og móti sær sjálvum
  • Stríðshuga og trupulleikar við at stýra sær
  • Strongd
  • Taka seg burturúr teimum nærmastu sambondunum
  • Avvísa tørvin fyri at fáa hjálp
  • Vera sera upptikin av arbeiði, frítíðarítrivum, telduspølum o.t.
  • Misbrúki

Soleiðis fært tú tað betri
Tað hevur týdning at fáa viðgerð, um tú hevur barnsburðartunglyndi. Í øllum førum er tað gott at tosa við onkran annan enn tín maka um tínar hugsanir og kenslur.

Barnsburðartunglyndi hjá pápum kann - eins væl og hjá mammum - hava neilig árin á menningina og trivnaðin hjá børnunum.

Barnsburðartunglyndi kann viðgerast við samrøðuterapi, antidepressivum heiligvági ella einum blandingi av báðum. Viðgerðin tekur atlit til tvey viðurskiftir: Tað eina er at fáa tað betri sálarliga. Hitt er at styrkja sambandið við sítt barn.

Um tú kennir teg aftur í hesum støðunum, tosa so við tín kommunulækna ella við tín heilsufrøðing. Tað ræður um at fáa viðgerð so skjótt sum tilber, so tú og títt barn kunnu fáa tað so gott saman sum tilber.

Kelda: https://www.farforlivet.dk/til-den-kommende-far/foedselsdepression/