At bløða ella ikki bløða

Brúkar tú p-pillarar, p-ring ella p-plástur, kanst tú útseta mánasjúkuna. Tú kanst leypa steðgin um og halda fram við nýggjum pakka.

Tvær týðandi reglur galda tó:

1. Tú mást ongantíð hava minni enn 21 dagar á rað við p-pillarum, p-ringi ella p-plástri.

2. Tú mást ongantíð hava meira end 7 dagar við steðgi.

Báðir partar kunnu hava við sær, at tú ikki ert vard fyri at gerast við barn . Tosa við læknan, ert tú í iva, hvussu tú útsetur ella stillar mánasjúkuna.