Ert tú við barn?

Tú kanst vera við barn

• Um tú hevur havt sex uttan fyribyrging

• Um mánasjúkan ikki er komin, og tú ert farin nakrar dagar av tíð

Tú kanst finna útav, um tú ert upp á vegin við at keypa eina gitnaðarkanning til dømis á apotekinum. Les nýtsluleiðbeiningina væl, áðrenn tú gert kanningina.

Um tú ert við barn, er týdningarmikið at koma skjótt til lækna. Læknin er vanur at veita ungum í tínari støðu ráðgeving, og læknin hevur tagnarskyldu.

Far til lækna – eisini um tú ikki ert upp á vegin kortini. Læknin fær hjálpt tær við fyribyrging, so tú ikki endar í somu støðu aftur.