Fyribyrging – hvat skalt tú velja?


•Ætlar tú tær hava samlegu fyri fyrstu ferð?


• Hevur tú ofta ella sjáldan tørv á fyribyrging?


• Gongur tú fast saman við einum, ella hevur tú ymsar makar?

• Minnist tú at brúka fyribyrging (t.d. taka p-pillaran hvønn dag), ella hevur tú tørv á onkrum, ið bara virkar, uttan at tú skalt hugsa um tað?

• Bagir tær okkurt, ið ger, at tú ikki tolir onkra fyribyrging?


Tú kanst velja millum ymiska fyribyrging. Alt hevur bæði fyrimunir og vansar. Tað er týdningarmikið at fáa greiðu á, hvat ið er bedst hjá tær.
Les her um alla fyribyrging og tosa kanska við unnustan/unnustuna om, hvat tykkum dámar best.
Tú kanst eisini spyrja tín egna lækna ella onkran annan kommunulækna. Tí tá ið tað snýr seg um ráðgeving um fyribyrging, kanst tú sjálv/ur gera av, hvønn lækna tú fert til. Undir øllum umstøðum hevur læknin tagnarskyldu.

Kelda: Din præventionsguide, sundhedsstyrelsen 2020