Hít

Hítin er úr tunnum gummi og verður smoygd niður yvir murtin og savnar sáðið, tá ið tað gongur av. Hít er einasta fyribyrging til mannfólk umframt sterilisering.

TÁ IÐ HÍT ER SERLIGA GÓÐ

• Tú ert drongur og vilt sjálvur hava skil á fyribyrgingini.

• Tú vilt verja teg fyri at verða smittaður við kynssjúku . Tú veitst ikki, hvørjum gentan hevur verið saman við.

• Tú ert genta og tekur kanska p-pillarar – men tað verjir jú ikki fyri kynssjúkum. So tú hevur eina hít við til drongin.

• Tú ert drongur, sum er til dreingir, og tú vilt verja teg fyri kynssjúkum

Hvussu?

Hítin verður smoygd á murtin, tá ið hann er stívur. Tá ið drongurin fær avgongu, verða sáðkyknurnar savnaðar í hítini. Hítin verjir bæði fyri, at tú gerst við barn og fært kynssjúku.
Hítir síggja ymiskar út: tunnar, slættar, óslættar, við og við ongum kremi, við og við ongum liti, við og við ongum túti. Túturin í endanum á hítini, er til at savna sáðið í. Tað er gott hugskot at royna ymsar hítir og hítustøddir.
Hít verður brúkt hvørja ferð og alla samleguna fyri at verja. Hítin má verða smoygd rætt á, tí hon kann glíða av ella skrædna.

Soleiðis nýtir tú hít

Hítin verður smoygd uppá, áðrenn samlegan byrjar – og ikki ímeðan – tí eitt sindur av sáðvætu kann seyra úr murtinum, so skjótt sum drongurin fær standing. Sáðkyknur kunnu vera í vætuni. Ansa tí eftir, at murturin ikki kemur ov tætt at skeiðini, áðrenn hítin er smoygd uppá. Hítin skal vera uppiá alla samleguna.

Hjálpir gentan at rulla hítina uppá, kann tað verða ein partur av samleguni – heldur enn eitt keðilig avbrot. Hav hítina uppiá alla samleguna.

  • Tak hítina úr pakkanum. Ansa eftir, so tú ikki skalar hana við negl ella ringum. Minst til, at rullukragin á hítini skal venda úteftir.

  • Tá ið murturin er stívur, hálar tú forhúðina aftur (um tú ikki ert umskorin). Hevur hítin tút, skal luftin verða kroyst úr, áðrenn hon verður rullað uppá.

  • So rullar tú hítina heilt niður á rótina á murtinum. Síggj til, at hon situr heilt sløtt. Luft má ikki vera í hítini.

  • Aftan á samleguna: Halt um hítina, tá ið tú tekur teg úr, so hon ikki glíður av.

Eftir avgonguna

Eftir avgonguna linkar murturin. Tá kann hítin glíða av, og sáðið renna úr. Tí skal drongurin – so skjótt sum hann hevur fingið avgongu – taka um hítina niðast við murtin og taka seg úr gentuni, binda knút á hítina eftir samleguna, so sáðið ikki rennur úr, og beina fyri henni. Tá ið tit fara í song saman, skulu tit brúka nýggja hít hvørja ferð.

Fyrimunir og vansar

Fyrimunir

Hít verjir bæði fyri, at tú verður við barn og kynssjúkum.
Tú kanst sjálvur stýra fyribyrgingini.
Hevur tú hítir við, tá ið tú skalt í feriu, til veitslur o.a., kanst tú verja teg, skuldi tú havt tað fyri neyðini.
Hítir eru til keyps allastaðni: í sølumiðstøðum, bensinstøðum, á apotekum o.a. Hítir eru eisini til keyps á netinum.
Ikki er neyðugt at fara til lækna fyri at fáa hít.

Vansar

Summi halda, at hít tekur tað besta av kensluni burt.
Tað kann virka sum eitt avbrot at skula smoyggja hítina uppá, tá ið tit skulu hava sex.
Tolir tú ikki gummi, kanst tú keypa serligar hítir fyri gummiallergikarar á apotekinum. Tær eru eitt sindur dýrari enn vanligar hítir.

Góð ráð

Hítir í RUSKSPANNUNA

Skola ikki hítina út í kummuni. Tað kann tippa frárenslið.
Tveit heldur ta brúktu hítina í ruskspannina – kanska passaliga innpakkað.

Hítir á GOYMSLU

Ansa eftir, nær hon er ov gomul. Hítir mugu ikki verða ov gamlar, tí tá skrædna tær lættari.
Hygg eftir dagfestingini og nýt tær – ella gev einum vini tær – áðrenn tær verða ov gamlar.

Verið TRYGG

Nýta tit hít rætt – og hvørja ferð – er á leið 97 % vissa fyri, at gentan ikki verður við barn.

Skuldi okkurt MISEYDNAST

Skrædnar hítin, ella hon glíður av, tørvar tykkum NEYÐFYRIBYRGING. (trýst á leinki)

Ert tú eitt sindur SMÆÐIN?

Tað er í lagi at vera eitt sindur smæðin, tá ið tú keypir hítir. Tey allarflestu hava ilt við at keypa hítir, men gera tað kortini.
Summi keypa hítir á netinum: www.kondomland.dk