Neyðfyribyrging

Neyðfyribyrging

Um tit beint eftir samlegu fáa illgruna um, at “okkurt er gloppið” viðvíkjandi fyribyrging, hava tit tørv á neyðfyribyrging. Tvey sløg av neyðfyribyrging eru.

Snyril sum neyðfyribyrging

Gentan kann skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 5 dagar eftir óvardu samleguna, fáa sett koparsnyril upp hjá læknanum. Koparsnyrilin forðar fyri, at eitt gitið egg festir seg í lívmóðrina og mennist til eitt fostur. Snyrlar eru, sum eisini heilt ungar kvinnur, ið ikki hava verið við barn, kunnu brúka.

Snyrilin kann verða verandi sum vanlig fyribyrging í 3-8 ár, alt eftir hvat slag talan er um. Fyrimunurin við hesi neyðfyribyrging er, at hon bæði virkar nú og frameftir.

Pillarar sum neyðfyribyrging

Tvey sløg av neyðfyribyrgingarpillarum eru, sum kunnu keypast uttan resept. Annað slagið kann verða tikið í seinasta lagi 3 samdøgur eftir óvardu samleguna. Hitt slagið virkar 5 samdøgur eftir óvardu samleguna.

Tak pillararnar skjótast gjørligt, helst innan fyri fyrsta samdøgrið eftir samleguna og les nýtsluleiðbeiningina gjølla. Eitt gott hugskot er at gera eina gitnaðarkanning 3 vikur eftir samleguna. Tosa við læknan um trygga fyribyrging í framtíðini. Neyðfyribyrging er bara ein neyðloysn.

Neyðfyribyrging verjir ikki móti kynssjúkum. Tit hava heldur ikki vart tykkum móti at gerast við barn, um tit hava óvarda samlegu, eftir at gentan hevur tikið pillararnar.