Heilsufrøðingurin í skúlanum

Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri, fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.

Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við næmingin, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt eygleiðir heilsufrøðingurin heilsusviðurskiftini hjá einstaka næminginum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vanliga tænastan til skúlabørn fer fram í skúlanum. Hetta fevnir eisini um møguleikan hjá foreldrum at koma til viðtalu. Vegleiðing verður veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.

Umframt hesa tænastu kann helsufrøðingurin eisini gera avtalu við foreldrini um heimavitjan, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.