Bólkasamrøður og undirvísing

Afturat teimum regluligu persónligu samrøðunum við næmingarnar, hevur heilsufrøðingurin eisini bólkasamrøður og í summum førum floksundirvísing. í 9. flokki hevur heilsufrøðingurin seksualundirvísing í flokkinum.

Evni í bólkasamrøðum og í floksundirvísingini kunnu til dømis vera: kropsfatan, kenslur, trivnaður, kynsbúning, kynslív, seksualitetur, kynssjúkur, fyribyrging, kynsligur ágangur, persónlig mørk, misnýtsla, royking, rúsdrekka, rúsevni, sjálvskaðandi atferð o.s.fr.