Tænastan til næmingar í 7. til 9. flokk

Persónlig viðtala og fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar.

Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri, fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi. 

Heilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við næmingin.

Harumframt eygleiðir heilsufrøðingurin heilsusviðurskiftini hjá einstaka næminginum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum. 

Bólkasamrøður og floksundirvísíng

Afturat teimum regluligu persónligu samrøðunum við børnini, hevur heilsufrøðingurin eisini bólkasamrøður og í summum førum floksundirvísing.

Evni í bólkasamrøðum og í floksundirvísingini verða lagað eftir aldri og eru:

  • 6.-7. flokkur: ABC fyri sálarliga heilsu

  • 9. flokkur: Seksualundirvísing / kynslig heilsa

Eftir tørvi undirvísir heilsufrøðingurin eisini í hesum evnum: Trivnaður, vinalag, bólkar/bólkatrýst, happing, rørsla, kostur, svøvnur, skíggjar, rúsandi evni, missnýtsla o.a. 

Teir heilsufrøðingar, sum arbeiða við skúlabørnum burturav, og teir heilsufrøðingar sum arbeiða bæði við smábørnum og skúlabørnum, koma á skúlan ávísar dagar.

Heimavitjanir til skúlabørn 

Vanliga tænastan til skúlabørn fer fram í skúlanum. Hetta fevnir eisini um møguleikan hjá foreldrum at koma til viðtalu.

Umframt hesa tænastu kann heilsufrøðingurin gera avtalu við foreldrini um heimavitjan, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Foreldraviðtala- og ráðgevning

Áðrenn heilsufrøðingurin kannar børnini, fáa tey ein kunnandi seðil heim við. Er tað so, at  foreldrini vilja hava viðtalu við heilsufrøðingin, kunnu tey ringja ella senda ein teldupost og fáa eina tíð til samtalu. 

Tá ið heilsufrøðingurin hevur havt viðtalu við børnini, setur hann seg í samband við foreldrini, um tað er eitthvørt við barninum, sum krevur serligt ansni.

Samskifti við skúlan

Áðrenn og aftan á, at heilsufrøðingurin kannar børnini, tosar hann við flokslæraran.

Eisini eru heilsufrøðingarnir við til foreldrafundir av og á.

Telefonráðgeving

Allir heilsufrøðingarnir hava fartelefon, so møguleiki er at ringja og fáa ráðgeving. Telefonnummar og teldupostur stendur á heimasíðu skúlans og á gigni.fo.