Útskúlakanning
Í 9. flokki bjóðar heilsufrøðingurin næmingin inn til eina útskúlakanning. Heilsufrøðingurin kannar millum annað:
Sjónina
Litsansin
Hoyrnina
Hædd og vekt
Heilsufrøðingurin hevur eisini eina persónlig samrøða við næmingin um lívsstíl, trivnað og likamliga, sálarliga, sosiala og kynsliga heilsu. Samrøðan tekur støði í einum spurnarblað, sum næmingurin fyllir út inni hjá heilsufrøðinginum.