Hvat er HPV?

HPV (Human Pappiloma Virus) er eitt felagsheitið fyri meira enn 100 ymisk sløg av virusum, ið hvør hevur eitt nummar. Minst 15 sløg av HPV-virus kunnu elva til lívmóðurhálskrabbamein. HPV er eitt ógvuliga vanligt virus, serliga ímillum ung.  Virusið smittar lætt, um tú hevur kynsligt samband við ein, sum hevur virusið. Umleið 4 av 10 ungum undir 30 ár eru í løtuni smittað við HPV. Hjá teimum flestu hvørvur brunin av sær sjálvum. Hjá øðrum verður virusið verandi og kann elva til kyknubroytingar, sum seinni í lívinum kunnu elva til lívmóðurhálskrabbamein.