Kroppur og kynslív

Avgonga

Dreingir fáa av og á óviljað sáðlát. Teir vakna og varnast kanska, at sáð er komið á lakið, tí teir hava havt avgongu. Tað er púra vanligt.

Bind, tampon og menstruatiónskoppur
Bind, tampon og menstruatiónskoppur

Bind

Tá ein genta fær mánasjúku, er vanligt at hon byrjar at brúka bind. Bindið sýgur blóðið sum kemur úr skeiðini. Á bakinum er klistur, sum ger at bindið festir seg á trussuna. Til ber til at keypa bind í ymiskum støddum, tjúgdum og longdum. Eisini er bind við "veingjum" sum kunnu bukkast aftur um kantin á trussuni, sum ger at bindið festur seg betur. Um náttina ber til at nýta "náttbind" sum er longri enn vanligt bind. Bind eigur at verða skift umleið 4. hvønn tíma, fyri at forða at bløtt verður gjøgnum trussurnar og fyri at fyribyrgja keðiligan lukt. 

 

Trussuinnlegg

Trussuinnlegg er tynnri enn bind, og kann nýtast teir síðstu dagarnar í mánasjúkuni tá gentan bløðir minni, ella um hon hevur útflot.

 

Tampon

Tampon er gjørt úr bummull.  Tað verður ført inn í skeiðina við hylki sum er samla av tveimum rørum gjørd úr plastikki ella pappi. Nøkur sløg av tampon hava ikki hylki. Eisini eru ymiskar støddir og ymisk súgvievni. At nýta tampon krevur venjing. Gott er at byrja við einari lítlari stødd og vaksa um neyðugt. Um hvítir plettir eru á tampongini tá hon kemur út, er hon ov stór. Ein tampon eigur at verða skift 4. hvønn tíma, fyri at forða fyri útflot, ampa av lukti og bruna.

TSS (toksisk shock syndrom) kallast eisini tampon-sjúka, sum er ein álvarsamur bruni í kroppinum. TSS er sera sjálvsamt, men kann taka seg upp, um tamponin situr ov leingi.

Menstruatiónskoppur

Menstruatiónskoppur er eitt lítið hylki úr bleytum gummi, ið kann setast upp í skeiðina. Har savnar hann blóðið ið kemur við mánasjúkuni. Týdningarmikið er við góðum reinføri, tá ein nýtir menstruatiónskopp. Koppurin er umhvørvisvinarligur og kann endurnýtast. Aftaná brúk verður hann skolaður við vatni.

Hentar slóðir: Menstruationskop - webapotek 

Bróst

Bringan á gentum veksur heilt til tær eru 18 ára gamlar ella longur. Hjá mongum verða bróstini eym, meðan tey vaksa. Ofta vaksa bróstini heldur ikki javnt – viðhvørt kann munur vera á støddini, men munurin verður vanliga javnaður við tíðini.

Fleiri gentur eru misnøgdar við bringuna og umhugsa skurðviðgerð. Bíða heldur og vita eftir. Fyri tað fyrsta kanst tú ikki vita, hvussu bróstini fara at síggja út, fyrr enn tú ert fullvaksin. Í øðrum lagi hevur slík skurðviðgerð stórar fíggjarligar og likamligar fylgjur við sær langt fram í tíðina. Læknin veit meira at siga tær um hetta.

Eisini dreingir kunnu uppliva, at bringuvevnaðurin veksur eitt sindur – hann hovnar, og ein kann fáa ilt. Í flestu førum legst tað hovna av sær sjálvum eftir stuttari tíð. Annars skalt tú tosa við læknan. 

Kelda: Din præventionsguide, sundhedsstyrelsen 2020

Ein koppur av te (teknifilmur)

Teknifilmur:

SAMTYKKI - YouTube

Hárvøkstur
Hárvøkstur

Fleiri ungar gentur og dreingir raka kynshárini burtur. Hárini hava tó sítt endamál: Tey eru ætlað at føra sveittan burtur frá kroppinum. Tá ið ein rakar sær, koma smáar skeinur allastaðni á húðini, ið verður rakað, og tað kann elva til vanda fyri plágu, ígerð og svullum. Týdningarmikið er at vaska sær væl, har sum ein rakar sær, bæði áðrenn og aftaná fyri at fyribyrgja hesum.

Fær ein genta ógvusligan hárvøkstur – t.d. í andlitinum – er skilagott at lata lækna kanna hetta. Møguleiki er at fáa viðgerð fyri hetta.

Heilsufrøðingurin

Skúlaheilsufrøðingurin og kommunulæknin fáa hjálpt við at svara teimum spurningum, sum tú hevur í sambandi við kropsligu og sálarligu menningina.

Um tú ikki leggur í at leita tær ráðgeving um fyribyrging hjá tínum egna lækna, kanst tú velja onkran annan kommunulækna.

Hormon

Í hesum árum eru tit ógvuliga ávirkað av hormonum, likamliga og sálarliga. Progesteron og østrogen eru kvinnulig hormon.

Testosteron er mannligt. Um tú ofta gerst í ringum hýri, knarrar ella gerst í øðini uttan nakra ytri orsøk, kann tað eitt nú vera orsakað av stórum sveiggjum í hormonjavnvágini. Likamliga menningin og kynsligu kenslurnar, sjálvstilvitið og samleikin hjá tær verða eisini ávirkað av hormonbroytingunum.

Kropsfatan

Kroppurin broytist nógv í kynsbúningarárunum, og nógv børn og ung fara tá at gera sær tankar um, hvussu tey síggja út. Tey vaksnu siga kanska, at man skal bara vera góð/ur við kroppin, sum hann er. Tað er tó ikki altíð so lætt, sum tað ljóðar. Hvussu man hevur tað við sínum egna kroppi er ofta tengt at teimum normum og kropsfatanum, sum eru galdandi í skúlanum, millum vinir, í familjuni og í samfelagnum yvirhøvur.

í samfelagnum eru kropsfyrimyndir at finna í mótabløðum, sjónvarpsrøðum og á youtube. Hesi eru spekkað við vøkrum modellum og filmsstjørnum. Men tað eru ikki øll, sum vita, at hesi hava eitt heilt lið av stýlistum og myndafólkum, sum taka myndir av teimum. Sostatt endurspeglar hetta ikki altíð, hvussu veruligir kroppar síggja út.

Okkara normar og kropsfatanir hava broytt seg gjøgnum tíðina. Fyrr helt man til dømis, at fólk, sum vóru tjúkk, vóru vakrari enn fólk, sum vóru kløn. Tí mugu vit eisini minnast til, at vit sjálvi kunnu vera við til at broyta, hvørjar fatanir vit hava av kroppinum, tá ið vit eru millum vinir, floksfelagar og saman við familjuni.

Kelda: Tá tú verður tannáringur - Gigni og Sundhedsstyrelsen 2022

Kynsgøgn
Kynsgøgn

Dreingir

Støddin á murtinum er ógvuliga ymisk.

Tá ið hann er linur, er murturin okkurt um 7-12 cm úr enda í annan, men tá ið hann gerst stívur, veksur hann til einar 10-20 cm. Summir eru minni, aðrir størri – tað er vanligt.

Murturin veksur, til ein er okkurt um 20 ár. Steinarnir eru sjáldan líka stórir, og vanligt er, at vinstri steinur hongur eitt sindur lægri enn høgri. Eisini er vanligt, at murturin er eitt sindur skeivur og fer til aðra síðuna, tá ið hann gerst stívur. Hjá summum dreingjum er murturin bogin, tá ið hann gerst stívur. Er talan um meira enn 30 stig, eigur ein at fara til lækna.

Fleiri dreingir hava ilt við at hála forhúðina aftur – tað verður rópt likkutútur (phimosis). Hjá summum verður trupulleikin loystur við at brúka glíðikrem, sum verður smurt á murtin, og so kann forhúðin aloftast spakuliga gníggjast longri og longri aftur. Ansa tó eftir, at um tað eydnast at fáa forhúðina aftur, men ikki frameftir aftur, so fær blóðið ikki runnið frá penishøvdinum, og tað kann vera pínufult.

Ein annar møguleiki er at lata lækna hyggja upp á tað. Vanliga verður málið loyst við staðdoyving og lítlum skurði í forhúðina.

Gentur

Í klovinum hjá gentum síggjast ytru og innaru kynsvarrarnar. Framman er ein húðarfaldur, sum lutvíst fjalir kitlaran. So koma landræsisopið og skeiðmunnin. Aftan er treystið og til síðst endatarmsopið.

Tað er púra vanligt, at innaru kynsvarrrarnar eru longri enn tær ytru. Ofta eru høgra og vinstra kynsvørr ikki líka stórar. Framman, har sum kynsvarrarnar møtast, er kitlarin og fjalir seg undir einum húðarfaldi. Hann hevur, eins og snillurin á dreingi, eitt skaft og eitt høvd – bara nógv minni. Høvdið er á stødd við eina ertur ella eitt sindur minni – og er ógvuliga kenslusamt. Tá ið kitlarin verður kynsliga eggjaður, trútnar hann og følist betur.

Kærleiki og kynslív
Kærleiki og kynslív

At fara í song saman – ella hava samlegu – fyrstu ferð, er fyri tey flestu eitt stórt stig at taka. 

Um mann hevur damu ella sjeik, er einki løgi í at hava hug at halda í hondina á hvørjum øðrum, at mussast, klemmast og kínast. 

Flestu ung fáa við tíðini hug at fara í song saman, tí tað er spennandi og kennist gott. Tað er kortini rættiliga ymiskt, nær mann fær hug at fara eitt stig longur – og hava samlegu.

Nógv eru forelskaði fleiri ferðir, áðrenn tey velja at hava sex fyrstu ferð. Onki at skunda sær við, gera tað í einum balli, ella aftanfyri eitt neyst, saman við onkrum tilvildarligum. Lat tað vera serligt og bíða heldur. Fyrstu ferð kann vera eitt sindur trilvandi, tí mann hevur ikki nógva venjing, men tað verður betri.

Tað er ymiskt, nær mann kennir seg kláran. Summi vilja gjarna royna tað og vilja ella klára ikki at bíða. Onnur vilja hava ein fastan maka og koma at kennast væl áðrenn. Summi velja at bíða, til tey eru eldri, tí tey kenna seg ikki kláran enn. Nøkur halda, at mann eigur ikki at hava samlegu, fyrr enn mann er giftur. 

Tað er bara tú ið avger, nær tú vilt hava sex fyrstu ferð!

Kynsligi lógaraldurin

Kynsligi lógaraldurin er 15 ár. Tað merkir, hvussu gamal tú kanst vera, áðrenn onnur kunnu hava kynsligt samband við teg, altso sex. Í Føroyum er tað ólóligt, at ein sum er eldri enn 15 ár er saman seksuelt, við einum sum er yngri enn 15 ár. Hetta er fyri at verja tey, sum eru undir 15 ár móti at vera útnyttaði, av fólki sum eru eldri og vaksnum. Mett verður, at tú ert ikki kropsliga og kensluliga til reiðar at hava samlegu, tá tú ert undir 15 ár.

Lær din krop at kende (teknifilmur)
Mánasjúka
Mánasjúka

Mánasjúkuskiftið hjá gentum verður stýrt av hormonum. Skiftið fevnir um 28 dagar, og í tí tíðini hendir ein røð av broytingum í kroppinum.

Longdin á skiftinum kann broyta. Í fyrstani kann mánasjúkan vera øgiliga óreglulig, og ikki er óvanligt, at eitt ár ella meir gongur, áðrenn mánasjúkan verður reglulig.

Gentur hava tvær eggrøtur, sum lata frá sær eggkyknur – vanliga eina eggkyknu um mánaðin. Tað verður  rópt eggloysn. Um tú hevur samlegu hesa tíðina, og gitnaður fer fram, settur eggið seg fast í slímhinnuna á lívmóðurvegginum, og tú ert við barn. Um eggkyknan ikki verður gitin, doyr hon. Nakrar dagar seinni verður eggkyknan koyrd út saman við slímhinnuni í lívmóðrini. Tað er mánasjúkan.

Mánasjúku-“blóð” kann vera reytt ella brúnt og stavar frá slímhinnu, blóði og aðrari vætu (tað er vanligt, at “klumpar” eru í). Summar gentur bløða bara í fáar dagar og aðrar upp til eina viku. Um ein hevur mánasjúkupínu, kann tað hjálpa at røra seg, gera venjingar og úrspenningar. Hevur ein ógvusliga mánasjúkupínu, er skilagott at fara til lækna. P-pillarar hjálpa viðhvørt.

Um tú hevur mánasjúku regluliga, og hon er seinkað meira enn nakrar fáar dagar, eigur tú at hugsa um, um tú kanst vera upp á vegin. Tú kanst keypa eina gitnaðarkanning (graviditetstest) í sølumiðstøðum ella á apotekinum.

Menning

Mong ung hugsa um, um kropsliga búning teirra er ov sein ella ov skjót. Tú kanst til dømis spyrja tann av foreldrunum, sum hevur sama kyn sum tú, hvussu hansara ella hennara kropsliga búning var. Sovorðið kann vera arvaligt. Stúrir tú framvegis, kanst tú spyrja læknan ella skúlaheilsufrøðingin. Tey hava tagnarskyldu.

Myndir á netinum og ágangur (teknifilmur)
Onani

Bæði gentur og dreingir onanera. Einki skeivt, ónatúrligt ella ósunt er í tí.

Tvørturímóti: Tað er ein góður máti at læra sín egna kropp og seksualitet at kenna. Fyri dreingir er tað harumframt ein góður máti at stýra síni avgongu og venja seg við at nýta hít.

Orgasma

Orgasma er heitið fyri ta loysn, ið ofta kemur, tá ið ein fær nøktandi kynsliga eggjan. Hjá dreingjum fylgir sáðlát við fulnaðinum. Hjá gentum er kynsliga øsingin ofta drúgvari enn hjá dreingjum, og teimum tørvar longri tíð at verða eggjaðar. Kitlarin er eitt ógvuliga kenslusamt gagn, so týdningarmikið er, at nertingin ikki er ov beinleiðis og harðhent, tí tá kann ein fáa ilt.

Flestu dreingir fáa upp á seg lætt og skjótt orgasmu. Harafturímóti er ógvuliga ymiskt, hvussu lætt gentur fáa orgasmu. Nakrar fáa orgasmu bara við at hava kynsligar hugsanir og dreymar ella við mildari øsing av kitlara, vaginu (skeiðini) og bróstum. Og øðrum tørvar drúgvari kynsliga eggjan. Fleiri gentur læra at fáa orgasmu, um tær øva seg við at onanera. Tá vita tær, hvat krevst, og kunnu vísa dronginum hvussu.

Pirrur
Pirrur

Pirrur standast av bruna í sveittaholunum á húðini og koma m.a. av hormonbroytingum. Strongd og fjáltur kunnu gera “pirruanføllini” verri, serliga um ein pilkar í teimum. Pirrur standast ikki av vánaligum reinføri. At ein vaskar húðina við vatni og mildari sápu forðar ikki pirrum at taka seg upp, men tað kann taka óneyðuga húðarfiti og minka um vandan fyri, at døkkormar fáa fótin fyri seg og gerast til bumsar. Alt snýr seg tó um javnvág, av tí at ov nógv sápunýtsla gjøgnum dagin kann økja fitiframleiðsluna í húðini. Spyr á apotekinum ella hjá læknanum, um pirrur eru ein plága, tí krem og heilivágsviðgerð eru, sum kunnu hjálpa.

Reinføri
Reinføri

Tú hevur ivaleyst varnast, at kroppurin sendir onnur angaevni út, enn tá ið tú vart barn. Bæði dámlig og minni dámlig. Nýtt slag av sveitta verður framleitt, m.a. undir ørmunum og við kynsgøgnini. Um tú ikki vaskar tær hvønn dag, koma bakteriur, sum elva til ringan sveittalukt. Fyri bæði kyn er galdandi, at kynsgøgnini best verða hildin rein við flógvum vatni og ongari sápu.

Hjá dreingjum skal forhúðin takast aftur og penishøvdið vaskast hvønn dag – helst bara við vatni, tí sápa kann plága sartu húðina. Um ikki vaskað verður hvønn dag, kunnu ígerð og ringur luktur taka seg upp.

Sama er galdandi fyri gentur.

Innaru kynsgøgnini (men ikki tey ytru), eiga at verða vaskað við flógvum vatni. Sápa, strammar trussur úr kunststoffi og tampongir/ógvuliga súgvandi mánasjúkubind kunnu órógva viðbreknu javnvágina og elva til skriða og fortreð.

Røddin

Hjá bæði dreingjum og gentum verður røddin djypri. Røddin á gentum verður sjáldan meira enn ein til tveir tónar djypri, men røddin hjá dreingjum kann lækka ein heilan oktav. Hjá summum dreingjum hevur henda broyting tað við sær, at trupult verður at stýra røddini. Hon svíkur og kann gerast hás. Hetta javnar seg.

Samkyndleiki

Tað er ikki óvanligt, at ein í ávísum tíðarbilum hevur hug á onkrum av sama kyni – ella báðum kynum. Seksualiteturin er nýggjur og ógvuliga sterkur. Nøkur gera sær kynsligar royndir við sama kyni. Um tú ert genta, hevur tú kanska vinkur, ið eru so tættar, at tað viðhvørt minnir um eitt parlag. Ert tú drongur, hevur tú kanska onkuntíð havt kynsligar hugsanir um dreingir. Einki av hesum nýtist at vera tekin um samkyndleika, men eru hesar kenslur varandi, kann tað vera, at tú ert til títt egna kyn. Av tí at tínar kenslur kunnu broytast í tannáringaárunum, kann tað vera gott at bíða við at gera eina niðurstøðu um tín kynsliga samleika til tú ert meira vaksin. Um hesar hugsanir fylla nógv hjá tær, er tað av týdningi, at tú tosar við foreldrini ella ein annan vaksnan, sum tú hevur álit á.

Sex krevur samtykki!
Sex krevur samtykki!

 Tað er týdningarmikið, at ein ikki trýstir seg sjálvan til nakað, sum mann ikki vil ella er klárur til, sjálvt um vinirnir ella onnur hava roynt at vera saman við øðrum kynsliga.

Summi kenna seg trýstan av sjeikinum ella damuni. Lat ongantíð nakran noyða teg at gera nakað, sum tú ikki hevur hug til!

Tað er týdningarmikið at virða markið hjá hvørjum øðrum.

Virða mørkini hjá øðrum, hvat merkir tað?

Um ein sigur “nei” ella “steðga”, so skal mann steðga. Sjálvt um ein er byrjaður at lata seg úr klæðunum og so angrar, so eigur hin at virða tað. Eitt samtykki kann altíð takast aftur.

Sjálvt um hin ikki sigur nei ella steðga, so ber ofta til at síggja tað á persóninum. Um hann/hon t.d. flytur hondina hjá tær, ella vísir tað við kropsmálinum við t.d. at kroppurin stívnar. Tað kann vera eitt tekin um, at hann/hon ikki vil vera við meira, men fær ikki sagt tað. Mann kann vera farin yvir mørkini hjá honum, sjálvt um mann ikki veit av tí sjálvur.

Tí er tað, hóast tað er eitt sindur flovisligt, eitt gott hugskot at tosa saman um kynslív (sex), áðrenn tú fert í song við damuni ella sjeikinum hjá tær. Um tit ikki tora ella duga at tosa um tað, so royn at “lurta við kroppinum”

Standing

Dreingir fáa standing, tá ið vevnaðurin í murtinum verður fyltur við blóði. Tað kann henda við bara minstu kynsligu ávirkan ella ábending – ein tanki um eina gentu, eitt eygnabrá, eitt stutt eygnakast at einum berum búki – ella púra uttan kynsliga ávirkan, t.d. ristingar í akførum, ella at okkurt ávíst klædnatilfar nertur við. Tað kann henda, nær tað skal vera, og fleiri dreingir gerast illa við, men tað er natúrligt og eitt tekin um, at alt riggar, sum tað skal.

Gentur lata við seg koma á øðrvísi hátt enn dreingir, tá ið tað snýr seg um kynsliga eggjan.

Kitlarin (klitoris), sum samsvarar við murtin hjá dreingjum, kann vaksa eitt sindur, men størsta viðbragdið fer fram innaní, tí skeiðveggurin fer at framleiða slím, so skeið og klov gerast vát.

Den første gang (teknifilmur)
Útflot

Flestu gentur hava eitt sindur av útfloti úr skeiðini sum tekin um, at hormonframleiðslan er í lagi, og at kroppurin riggar, sum hann skal. Útflot reinsar skeiðina, og meðan mánasjúkuskiftið hjá gentuni gongur sína gongd, kann útflotið skifta í nøgd og tættleika.

Skilagott er at fylgja við, um útflotið skiftir lit, luktar illa ella gerst klumput, ella um skeiðin ella staðið kring kynsvarrarnar fer at svíða og skriða. Tað kann vera tekin um bruna. Tosa við læknan.

Vekt

Halt eyga við vektini. Tað er natúrligt, at tú tekur uppá, tá ið tú veksur. Buksurnar stramma, og blusurnur skulu alla tíðina skiftast út við eitt nummar størri.

Soleiðis skal tað vera, tá ið skift verður frá barnakroppi til vaksnamannakropp. Skuldi tað hent, at tú veruliga tjúknar og fert fram, er skilagott at spyrja familjuna, læknan og onnur um teirra meining. Tað kann vera nakað, tú bara heldur. Tað kann eisini vera nakað um tað, og um so er, kanst tú spyrja læknan ella heilsufrøðingin til ráðs, áðrenn vektin – ella stúranin um hana – gerst ein trupulleiki.

Viðgjørdar myndir og kroppar

Í dag kann man broyta kroppin upp á nógvar mátar. Vit kunnu viðgera myndir av okkum á appum í fartelefonini, og vit kunnu fara undir skurðviðgerð fyri at síggja øðrvísi út. Nógvar myndir í lýsingum eru viðgjørdar, so at kroppar og andlit síggja øðrvísi út enn í veruleikanum. Og so eru summi, sum skurðviðgera bróst og nøs. Men veruleikin er, at fólk síggja sannlíkt øðrvísi út, enn tey gera í bløðunum.

Kelda: Tá tú verður tannáringur - Gigni og Sundhedsstyrelsen 2022

Vøkstur

Gentur vaksa vanliga, til tær eru á leið 18 ár. Vøksturin er tó størstur um ta tíðina, tær fáa mánasjúku, og eftir tað minkar hann nógv. Eftir 15 ára aldur vaksa gentur bara 1-3 cm aftrat (í miðal).

Dreingir koma ofta ikki í gongd við sín vakstrarspurt, fyrr enn teir eru eini 14-15 ár. Teir vaksa, til teir eru okkurt um 20 ár. Eftir 15 ára aldur kunnu dreingir væl vaksa 10 cm ella meir. Dreingir, sum ikki eru so høgir, vaksa vanliga mest. Um tú ert stúrin um vøksturin, skalt tú seta teg í samband við læknan ella skúlaheilsufrøðingin.