Kynssjúkur

Ein sjúka, sum smittar, tá ið tú hevur sex

Nakrar sjúkur verða fluttar frá einum persóni til annan við kynsligum sambandi. Tí verða tær róptar kynssjúkur. Summar kynssjúkur kunnu tó eisini smitta við blóði, ella tá ið ein eigur ella gevur bróst.

Øll kunnu vera óheppin og fáa onkra kynssjúku, um tey hava sex við øðrum. Ein kann hava kynssjúku uttan at vita av tí. Far til lækna og lat teg kanna, um tú hevur illgruna um smittu.

Ikki alt, sum svíður, er orsakað av kynssjúku

Tað ber væl til at føla sviða, skriða og hava útflot, uttan at talan er um kynssjúku. Ein av vanligastu orsøkunum til, at gentur hava nógv útflot og skriða, er soppaígerð (candida) ella linur bruni í skeiðini, ið ikki eru kynssjúkur.

Kelda: Din præventionsguide, sundhedsstyrelsen 2020

Trygt sex
Trygt sex

Flestu kynssjúkur smitta við, at samband er millum slímhinnurnar hjá pørtunum, t.v.s. húðina, sum er inni í skeiðini, undir forhúðini hjá dreinginum og í endatarminum.

Tá ið slímhinnurnar nerta hvør við aðra, kann smitta berast.

Tú fært vart teg móti kynssjúkusmittu. Tað ræður um at halda seg frá slímhinnusambandi. Eisini er týdningarmikið, at sáð ella flot úr skeiðini ikki kemur í kroppin hjá hinum, t.v.s. skeið, endatarm ella munn.

Hít verjir væl móti flestu kynssjúkum og at gerast við barn, tá ið hon verður nýtt undir allari samleguni. Summar kynssjúkur, t.d. kynsfinnur og herpes, hava minni smittuvanda við sær, um ein nýtir hít, men hítin verjir bert tað staðið, sum hon fevnir um.

Trygt sex er

• At brúka hít frá byrjan til enda, tá ið tú hevur samlegu

• At onanera hvør øðrum

• At kína og kela hvør øðrum um kroppin

• At tungumussast

Lat teg kanna
Lat teg kanna

Far til lækna og lat teg kanna, um tú heldur teg hava fingið onkra kynssjúku.

Kynssjúkur kunnu viðgerast. Tann, sum tú hevur verið saman við, skal eisini viðgerast, um hann ella hon hevur fingið smittuna.

Fyrimunirnir við at fara til lækna:

• Tú kanst fáa viðgerð

• Tú sleppur undan, at kynssjúkan versnar

• Tú smittar ikki onnur

• Tú minkar um vandan fyri, at kynssjúkan oyðileggur tær førleikan at fáa børn seinni í lívinum.

Klamydia
Klamydia

Klamydia er ein bakteria og orsøk til eina av vanligastu kynssjúkunum millum ung. Tey flestu, sum eru smittað við klamydia, merkja einki, men tekin um sjúkuna kunnu vera eitt nú:

• Sviði, tá ið tú pissar, kanska útflot úr landræsinum

• Kanska pína í punginum hjá dreingjum

• Útflot úr skeiðini hjá gentum

• Plettbløðing ella óreglulig mánasjúka hjá gentum

Klamydia er løtt at viðgera við heilivági. Tosa við læknan um kanning, um tú hevur illgruna um klamydia. Kanningin verður gjørd við landroynd hjá dreingjum og vatpinnaroynd hjá gentum. Um tú ikki fært viðgerð, meðan tíð er, kanst tú sum genta fáa undirlívspínu, sum ikki hvørvur aftur. Seinni kanst tú hava ilt við at fáa børn.

Kynsfynnir - Kondylomar

Kynsfinnur eru smáar finnulíknandi pirrur, ið stava frá virusi. Kynsfinnur eru ógvuliga útbreiddar, serliga millum ung.

Hjá gentum eru kynsfinnur oftast á kynsvarrunum, á lívmóðurmunnanum, kring endatarmsopið og við skeiðmunnan. Hjá dreingjum síggjast “finnurnar” á snillinum, á punginum ella kring endatarmsopið. Aloftast merkir tú einki, um tú hevur kynsfinnur.

Kynsfinnur smitta, tá ið tú hevur sex. Tú fært ikki smittu av vesisetrum, handkløðum ella einum mussi á munnin. Fleiri mánaðir ella ár kunnu ganga, eftir at ein hevur fingið kynsfinnusmittuna, til finnurnar vísa seg. Tí kann vera ógjørligt at vita, nær og frá hvørjum ein hevur fingið smittuna.

Tá ið tú fært viðgerð fyri kynsfinnur, verða tær penslaðar, frystar ella skornar (lítið skurðinntriv). Long tíð kann ganga, áðrenn viðgerðin fær bilbugt við kynsfinnurnar. Sjálvt um kynsfinnurnar eru burtur, kunnu tær koma aftur. Kynsfinnur kunnu vera ringar at sleppa av við – men kunnu væl hvørva av sær sjálvum.

Hít verjir í ávísan mun móti kynsfinnum, men verjan er bara har, sum hítin er. Eru kynsfinnurnar aðrastaðni, t.d. á punginum hjá dreinginum, kann smittan væl berast víðari.

Mycoplasma genitalium
Mycoplasma genitalium

Mycoplasma genitalium er ein rættiliga nýggj kynssjúka. Kortini er hon longu nógv útbreidd. Enn kann ikki sigast við vissu, um mycoplasma genitalium minkar um barnførið hjá kvinnum.

Mycoplasma er ein bakteria, sum gevur somu sjúkueyðkenni sum klamydia. Hjá kvinnum er talan um útflot og pínu í undirlívinum. Hjá monnum er tað oftast sviði og útflot úr landræsinum.

Mycoplasma er lætt at viðgera við antibiotika. Tosa við læknan um kanning, um tú hevur illgruna um mycoplasma. Kanningin fer fram við landroynd hjá dreingjum og vatpinnaroynd hjá gentum. Um tú ikki fært viðgerð, meðan tíð er, kanst tú sum genta fáa undirlívspínu, sum ikki hvørvur aftur.

Herpes

Herpes vísir seg sum krímssár og sum sár á kynsgøgnunum. Tekin um herpes er roði, skriði, pína og sviði á kynsgøgnunum og møguliga hovnaðir kertlar í lærkreppingini. Seinni koma smáar vætufyltar bløðrur.

Herpesvirus verður goymt í kroppinum og kann ikki lekjast. Flestu herpesígerðir eru tó mildar og krevja onga viðgerð, men onkur viðgerð er, ið tálmar íðgerðum. Tosa við læknan um tað. Tú kanst hava smittu við herpesvirusi uttan at fáa íðgerð.

Herpes smittar, tá ið talan er um ígerð við sári, sama um tað er krímssár kring munnin ella sár á kynsgøgnunum. Um tú hevur krímssár og samstundis hevur munnsex, kann herpes á varrunum smitta kynsgøgnini – og øvugt.

Hít verjir móti herpes, men bara har, sum hítin er. Ikki hava munnsex, um tú ella tann, sum tú ert saman við, hevur krímssár. Tú kanst keypa krem móti herpes og staðdoyvandi krem á apotekinum.

Hiv og aids
Hiv og aids

Hiv er eitt virus, sum oyðileggur førleikan hjá kroppinum at berja niður ígerðir. Hiv kann, um ein ikki fær viðgerð, elva til álvarsligu sjúkuna aids. Tey fæstu fáa sjúkueyðkenni beint eftir, at tey eru vorðin smittað við hiv. Ikki fyrr enn virusið fleiri ár seinni hevur tikið seg upp sum aids, koma álvarsligar ígerðir og sjúkur.

Hiv er serliga í blóði, sáði og skeiðútfloti. Hiv kann smitta, um tit hava sex uttan hít.

Hiv kann eisini smitta, um ein fær blóð við hiv-virusi beint í sítt egna blóðrensl, t.d. um narkomanar nýta somu sproytinál.

Far til lækna, ivast tú í, um tú hevur fingið hiv-smittuna. Ein blóðroynd vísir, um tú hevur fingið smittuna.

Hiv og aids kunnu ikki lekjast enn. Nýggjast viðgerðin kann útseta, at hiv tekur seg upp sum aids – men viðgerðin hevur hjáárin og er fyri lívið.

HPV

HPV (human papillomavirus) er ein stórur virusbólkur, sum smittar við óvardum sex. HPV er ógvuliga útbreitt og hevur ikki altíð sjúkueyðkenni við sær. Ígerðin hvørvur ofta av sær sjálvari eftir 8-12 mánaðum.

Nøkur HPV-virus smitta, so ein fær kynsfinnur. Onnur sløg geva kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum, sum í longdini kunnu elva til lívmóðurhálskrabba.

Tú kanst verða koppsett/ur ókeypis, tá tú fyllir 12 ár.

Allar gentur og kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni - og sum hava fylt 12 ár – kunnu verða koppsettar ókeypis fyri lívmóðurhálskrabbamein. Koppsetingin skal verða liðug, áðrenn tú fyllir 28 ár. Um tú ikki er liðugt koppsett, áðrenn tú fyllir 28 ár, rindar tú sjálv tann
partin av koppsetingini, sum restar í. Nú kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár eisini verða koppsettir ókeypis fyri HPV.

Gonorre
Gonorre

Gonorre stendst av eini bakteriu og kann verða viðgjørd við antibiotika. Tekin um gonorre eru sviði, tá ið tú pissar, útflot úr landræsi hjá dreingjum og úr skeiðini hjá gentum, men ofta eru eingin tekin um smittu. Um sjúkan ikki verður viðgjørd, kann tað elva til til trupulleikar at fáa børn seinni, júst sum við klamydia. Sjúkan er sjáldsom í Føroyum.

Syfilis

Syfilis stendst av eini bakteriu. Sjúkan er álvarslig, og verður hon ikki staðfest, meðan tíð er, kann hon breiða seg til allan kroppin. Fyrsta tekinið er eitt lítið hart sár, sum ein ikki hevur ilt í, men sum kemur um leið 3 vikur eftir, at ein hevur fingið smittuna. Sárið kann vera á kynsgøgnunum ella onkra aðrastaðni, t.d. í skeiðini, í endatarminum ella í munninum. Syfilis kann verða viðgjørd við antibiotika. Tú fært vart teg móti syfilis við at brúka hít, men um syfilissárið er onkrastaðni, har hítin ikki fær vart teg, kanst tú fáa smittuna kortini. Syfilis er sjáldsom í Føroyum.

Candida - eingin kynssjúka
Candida - eingin kynssjúka

Candida er ein gersoppur, sum kann elva til:

• Óvanliga nógv útflot, sum er tjúkt, hvítt á liti og klumpakent

• Skriða og sviða á ytru kynsgøgnunum, serliga kring skeiðmunnan

• Hjá dreingjum kunnu smáir hvítligir plettar vera á penishøvdinum

Gentur fáa viðgerð við stikkpillarum, kremi ella tablettum. Drongurin skal ikki hava viðgerð, uttan so at hann hevur tekin um candiduígerð. Candida er eingin kynssjúka.

Bløðrubruni - eingin kynssjúka
Bløðrubruni - eingin kynssjúka

Um bakteriur eru í bløðruni, fær ein bløðrubruna. Tekin um bløðrubruna eru, at ein vil pissa alla tíðina, at tað svíður ella pínir, tá ið ein pissar (“pissa glaspetti”), og landið kann vera óklárt og lukta illa. Bløðrubruni kann breiða seg, soleiðis at ein fær bruna í landræsið við høgum fepri og lendapínu. Bløðrubruni er vanligast millum konufólk. Tú fært byrgt fyri bløðrubruna við at pissa eftir samlegu. Bløðrubruni verður viðgjørdur við antibiotika. Tann, tú ert saman við, skal ikki viðgerast. Bløðrubruni er eingin kynssjúka.

Linur bruni í skeiðini

Linur bruni í skeiðini kann vísa seg sum óvanliga nógv, ofta tunt og gráligt útflot, ið luktar illa. Skriði og sviði kann eisini vera kring skeiðmunnan.

Linur bruni í skeiðini stendst av, at vanligu bakteriurnar eru týndar av øðrum bakterium. Linur bruni í skeiðini verður viðgjørdur við pillarum ella kremi, sum annaðhvørt verða sett uppí skeiðina ella smurd á hana. Drongurin skal ikki viðgerast. Linur bruni í skeiðini er eingin kynssjúka.

Vilt tú vita meira

Vilt tú VITA MEIRA?

Fá meira at vita um fyribyrging og kynssjúkur á:

Sexsygdomme - sundhedsstyrelsen

Symptomer på sexsygdomme - Sex og Samfund