Forelskilsi

"Hvussu kennist forelskilsi?“, „Kann eg vera forelskað/ur í mínum besta vini?“ og „Hvussu veit eg, um eg eri forelskað/ur?“ Hetta eru spurningar, sum nógvir tannáringar ganga og spyrja seg sjálvar. Kanska hevur tú longu roynt tað? Um ikki, so kann tað vera, at tað fer at henda skjótt. Forelskilsi er løgið. Onkuntíð er tað ein ófatiliga deilig kensla – og aðrar tíðir er tað ikki til at halda út. Forelskilsi kann gera teg so glaða/n, at tað merkist í øllum kroppinum, men tað kann eisini geva tær hjartabankan og sveittutar hendur, um tú eitt nú allatíð hugsar um, hvørt hin persónurin eisini hevur gott eyga á tær.

Kann eg fáa onkran at dáma meg?

Tað er ringt at broyta kenslur hjá fólki. Men har eru nógvir mátar at finna útav, um onkur hevur gott eyga á tær. Kanska onkur teirra enntá kundi hugsað sær at verið vinur við teg ella gingið saman við tær? Tað fyrsta, tú kanst gera, er at fáa samband við viðkomandi. Um tað er onkur, sum gongur í tínum flokki, so kanst tú spyrja viðkomandi, um tit kunnu vera í bólki saman. Tú kanst eisini adda viðkomandi á sosialum miðlum. Tá ið tit hava fingið samband, kunnu tit síðan byrja at tosa saman oftari. Spyr, hvussu vikuskiftið var, ella tosa um okkurt, sum tit hava í felag – ítrótt ella eina sjónvarpsrøð kanska. Soleiðis kunnu tit læra hvønn annan betur at kenna. Tá ið tit kenna hvønnannan betur, kanst tú kanska spyrja, um tit skulu síggjast – bara tit. Um tú ert forelskaður, kanst tú royna at flirta. Tú kanst eitt nú siga sovorðið sum „Eg elski at vera saman við tær“ ella „Tú hevur so pent smíl“. Tú kanst eisini prøva at kína armin á viðkomandi og spyrja, um tit skulu leiðast. 

Tá tann, sum tú ert forelskað/ur í, ikki er forelskaður í tær

Tað er ikki stuttligt at vera forelskað/ur í onkrum, sum ikki er forelskað/ur í tær. Tað kann eisini vera ringt at finna útav, hvat man skal gera ella siga, um onkur er forelskað/ur í tær, men tú Ikki følir tað sama fyri viðkomandi. Har finst ikki eittans svar uppá, hvat man ger við sovorðið. Um tú heldur, at forelskilsi er deiligt, óvist, ørkymlandi, so skalt tú vita, at tað halda øll onnur eisini. Tosa við vinir og familju um, hvat tú kanst gera.

Familja

Óansæð hvussu familjan er sett saman við mammum, pápum, pappforeldrum, systkjum, pappsystkjum osfr, og óansæð hvussu tað sær út við hús, hvat tit eta til náttúrða, um tit eru trúgvandi, ella hvar tit ferðast á sumri – so hevur familjan heilt víst nógv at siga fyri teg. Kanska hevur tú upplivað, at tilknýti til tíni foreldur broytist – at tey knappliga seta størri krøv til tín, ella at tey gera nýggjar reglur, sum ikki vóru har fyrr. Tað kann eisini henda seg, at tey vænta, at tú brúkar tína frítíð saman við teimum, sjálvt um tú nógv heldur vilt vera saman við vinfólkunum. Alt hetta er púra
vanligt og nakað, sum allar familjur uppliva.