Likamlig heilsa

Trivnaður og menning hevur sera stóran týdning fyri innlæringina hjá tær og júst í mun til hetta, er maturin, tú etur, sera týdningarmikil. Góður matur er ein av fyritreytunum fyri, at tú fært ein góðan dag, umframt at tú lærir nakað, meðan tú ert í skúla.

Børn og ung eiga, eins og vaksin, at røra seg dagliga. At røra seg er ein týdningarmikil partur, av einum heilsugóðum lívið hjá børnum og vaksnum. Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn og ung røra seg í minsta lagi 60 min. um dagin.

Góður svønur er eisini týdningarmikil fortreyt fyri, at tú trívist í gerandisdegnum og fært ein góðan skúladag. Tá vit sova, fer ymiskt fram í kroppinum, sum styrkir heilsuna og heldur okkum frá sjúku. Eisini læra og hugsavna vit okkum betri, tá vit fáa nógmikið av svøvni.