Sólvanar

Sólvanar

Sólráð

Njót sólina við skili

Flest øll ung dáma væl tá sólin skínur. Lagið verður betri, og vit fáa hug at fara út og njóta hitan og ljósið. Tá er gott at njóta sólina við skili. Krabbamein í húðini er vanligt krabbameinsslag um okkara leiðir. Hetta kemst av at flest allir Føroyingar hava ljósa húð, og tola ikki sól í ov stórum nøgdum.

Hentar slóðir:

Sólráð - krabbameinsfelagið

Solarium
Solarium

Nógv ung kenna til, at ferming ella onkur onnur stór veitsla stendur fyri framman. Fínu klæðini eru keypt og væl hevði hóska, um húðin fekk ein vakran brúnan lit.

Tað kann tykjast sera freistandi at taka sól í solarium, fyri at fáa eitt sindur av farvu. Ert tú ein av teimum sum hevur hug at fara í solarium, so líkist tú nógvum øðrum ungum í Føroyum. Hóast hetta, so lat vera við at taka sól!

Børn og ung eru í størri vanda fyri at fáa krabbamein av uv-strálum, tí kroppurin er í menning. Yngri mann er, vandamiklari er tað at nýta solarium, og størri er vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabba.

Tað er umleið 60% øktur vandi fyri at fáa móðurmerkjakrabba, um tú nýtir solarium, áðrenn tú gerst 35 ár. Bert við at taka sól eina ferð um mánaðin, økir tú um vandan fyri móðurmerkjakrabbamein.

Um tú kortini ynskir at síggja eitt sindur sólbrend/ur út, nýt so heldur sjálvbrúnara ella spraytan enn solarium. Í dag finnast nógv sløg av sjálvbrúnara, og við eitt sindur av venjing, ber væl til at smyrja seg uttan at fáa strípur o.l. Hugsa tó um, at sjálvbrúnari, eins og onnur kremir, ofta inniheldur evnir s.s. lugtevni, parabenir og líknandi, ið eisini kunna elva til ovurviðkvæmi. Tað er tí týdningarmikið at hugsa seg um hvønn sjálvbrúnara ein keypir.

Góð ráð:

  • Tá tú keypir sjálvbrúnara, spyr so starvsfólkið hvat er gott og lættast at brúka.

  • Spyr eisini hvørji evni eru í, um hann er "umhvørvismerktur" ella "allergimerktur" á nakran hátt.

  • Keyp ikki ov myrka farvu, um tú ikki ert sólbrend/ur áðrenn. Smyr heldur eitt sindur oftari við sjálvbrúnara.

  • Fyrireika húðina, við at vaska húðina við onkrum sum "skrubbar". Hetta hjálpir soleiðis at farvan gerst meira jøvn.

  • Um tú ofta gerst serliga myrk/ur um albogar og knø - smyr so eitt sindur av kropskremi á fyrst.

  • Smyr á um kvøldið, so er farvan turr um morgunin og smittar ikki av á klæðini. Minst til ikki at nýta ljós songjarklæðir.

  • Minst til at vaska hendurnar aftaná at tú hevur smurt teg inn.

  • Royn teg fram, "øvelse gør mester".

Keldur:

Solkampagnen - Kræftens bekæmpelse

Sluk solariet - Kræftens bekæmpelse