Svøvnur

Svøvnur

Góður svønur er ein týdningarmikil fortreyt fyri, at trívast í gerandisdegnum og fáa ein góðan skúladag.  

Tá vit sova, fer ymiskt fram í kroppinum, sum styrkir heilsuna og heldur okkum frá sjúku. Góður svøvnur styrkir immunverjuna, fyribyrgir strongd, ovurfita og hevur jaliga ávirkan á sinnalagið hjá okkum. Eisini læra og hugsavna vit okkum betri, tá vit fáa nógmikið av svøvni. 

Fyri at sova væl er týdningarmikið við reglusemi og góðum svøvnvanum. Fastir vanar í samband við svøvn geva eina góða døgnrytmu. 

Góð ráð innan songartíð

Beint innan songartíð verður vilt spæl, rørsla, brúk av sjónvarpi, smartphone, teldu og telduspølum frárátt. Eisini er skilagott at sløkkja telefonina ella lata hana liggja uttanfyri kamarið, so sms'ir og annað ikki órógva svøvnin. Best er við føstum songartíðum og at sova í einum myrkum svalligum rúmi ið er væl útluftað. 

Hvussu nógv eigur tú at sova?

At sova nokk hevur týdning fyri góða heilsu og trivnað. Nógvir tannáringar sova minni, hóast tey framvegis hava tørv á somu nøgd av svøvni sum áður. Hetta kemst ofta, av at tey fara seinni í song men framvegis tíðliga upp, tí tey skulu í skúla og eru upptikin av frítíðarítriv, arbeiði, familju og vinum. Ung millum 13 og 18 ár hava tørv á at sova 8-10 tímar hvørja nátt.