Góð ráð!

•  Ver saman við øðrum tá tú drekkur

•  Koyr ikki bil ella annað akfar tá tú ert ávirkaður.​

•  Tá ein er ávirkaður, kann tað vera ringt at siga nei til sex.

    Sig tíðiliga nei!

•  Virð mørkini hjá øðrum. Eitt nei er eitt nei!

•  Verð ikki kynsliga saman við einum persóni sum er ávirkaður

•  Ansa eftir hvørjum øðrum og hjálp hvør øðrum

•  Fylg við øðrum á veg heim​

•  Um ein vinur er fjarur ella doyvdur:

- Legg vinin í læsta síðulegu og loys trong klæðir

- Halt vinin vaknan, lat IKKI vinin sovna

- Matur og drekka kann fáa vinin at kvalast

- Ring 1-1-2

​•  Um ein vinur er uttan vit:

- Kanna andadráttin og ansa eftir, at andaleiðin er opin. Møguliga mást tú veita andahjálp.

- Legg vinin í læsta síðulegu og loys trong klæðir

- Halt vinin heitan við einum teppi ella tílíkum, men ansa eftir ovurhita

- Ring 1-1-2