Góð ráð!

•  Ver saman við øðrum tá tú drekkur

•  Far ikki uppí bilin hjá einum sum er ávikaður

•  Tá ein er ávirkaður, kann tað vera ringt at siga nei til sex

•  Sig tíðiliga nei

•  Virð mørkini hjá øðrum. Eitt nei er eitt nei!

•  Verð ikki kynsliga saman við einum persóni sum er sterkt ávirkaður

•  Ansa eftir hvørjum øðrum og hjálp hvør øðrum

•  Fylg við øðrum á veg heim​

•  Um ein vinur er fjarur ella doyvdur: 

  - Legg vinin í læsta síðulegu og loys trong klæðir

  - Halt vinin vaknan, lat IKKI vinin sovna

  - Matur og drekka kann fáa vinin at kvalast

  - Ring 1-1-2

​•  Um ein vinur er uttan vit:

  - Kanna andadráttin og ansa eftir, at andaleiðin er opin. Møguliga mást tú veita andahjálp.

  - Legg vinin í læsta síðulegu og loys trong klæðir

  - Halt vinin heitan við einum teppi ella tílíkum, men ansa eftir ovurhita

  - Ring 1-1-2