
Royking, tubbak og nikotin
Flest øll fólk ið roykja, byrjaðu tá tey vóru tannáringar. Jú fyrr ein byrjar at roykja, jú størri gerst vandin fyri at verða bundin av tí. Eisini er vandin størri fyri seinni at gerðast stórroykjari, og við tíðini at gerðast sjúkur av royking.
Nógv ymisk sløg av tubbaki eru til. Vanligasta slagið er framvegis sigarettin.
Sambært heimsheilsustovninum, WHO, eru øll sløg av tubbaki skaðilig, og sjálvt tubbak í natúrligum líki er eitrandi og inniheldur krabbameinselvandi evni.
Nikotin er í sjálvum sær eisini skaðiligt fyri heilsuna, serliga fyri menningina av unga heilanum, sum ikki er liðugt mentur fyrr enn um 25-30 ára aldur.
Heilsustýrið mælir frá allari tubbaks- og nikotinnýtslu, uttan so at talan er um góðkendan heilivág fyri at gevast at roykja.
Í Føroyum er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar yngri enn 18 ár.
Keldur:
Sundhedsstyrelsen
Heilsustýrið hevur gjørt eina vegleiðing við hugskotum til tín, sum fegin vilt leggja av at roykja. Í vegleiðingini fært tú góð ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, tá tú kennir trongd at roykja.
Les meira her
Filmur: Vinararmband