Rúsdrekka - hvussu við tær?

Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi, heilin mennist nógv og harumframt skalt tú finna vinirnar aftur í øllum broytingunum.

Hetta setur stór krøv til tín, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við at vera sman við øðrum ungum, uttan at vera doyvd/ur av rúsdrekka ella rúsevnum. Tá ung eru saman í veitslulag, er alsamt meira vanligt, at rúsdrekkanýtsla er ein partur av samveruni. Tá tú ert rúsað/rúsaður, ert tú í størri vanda fyri at koma upp at berjast, koma til skaða, drekka ov nógv og/ella fara í song við onkrum, sum tú ikki hevði ætlað. 

Fyri at kunna kypa rúsdrekka í Føroyum, skalt tú vera fylt/-ur 18 ár. Gigni mælir til, at ung undir 18 ár ikki drekka alkohol. 

Í Danmark mælir sundhedsstyrelsen til, at ung undir 16 ár als ikki drekka alkohol og at ung eldri enn 16 ár, drekka so lítið sum tilber og ongantíð meira enn 5 alkoeindir við sama høvi. 

(Kelda: Alkohol og helbred, SST)

Hevur tú hug at drekka?

Hevur tú hug at drekka?

• Tað er , ið avgerð, um tú skalt drekka ella ikki - ikki vinirnir

• Nógv drekka ikki og vinirnir góðtaka tað

Heilsumynduleikarinir mæla til, at børn og ung undir 18 ár ikki drekka rúsdrekka

Kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at drekka, jú meira drekkur tú – eisini tá tú gerst eldri.

Um tú velur at drekka

• Brúka alkohol við skynsemi

• Drekk spakuliga

• Drekk veikt, t.d. øl í staðin fyri spiritus

• Drekk sum minst. Tað er líka stuttligt og uttan keðilig árin

• Drekk ikki bara alkohol, drekk eisini annað, t.d. nógv vatn

 

Fleiri enn 5 alkoeindir sama kvøld

Um ein ungur drekkur fleiri enn 5 alkoeindir sama kvøld, er vandin fyri at koma til skaða 10 ferðir størri fyri kvinnur og 2 ferðir størri fyri menn, sammett við onnur, sum ikki drekka alkohol. Hetta, tí at alkohol doyvir heilan, minkar um evnið til bindindi, evnið til samskipan, evnið til at meta um vandar, umframt evnini til at stýra sínum kenslum, t.d. vreiði og ódligan atburð. 

Hevur tú tørv á at tosa við onkran um egna nýtslu av rúsdrekka, ella tí rúsdrekkanýtslan í tínum umhvørvi ørkymlar ella órógvar teg, er tú vælkomin at venda tær til heilsufrøðingin, læknan, læraran ella onkran annan vaksnan, sum kann hjálpa tær

(Kelda: Alkohol og helbred, SST)