Rúsevni

Rúsevni

Rúsevni eru ólóglig at innflyta, umsita og nýta.

Tað er TÚ, ið avgerð um tú nýtir rúsandi evnir ella ikki. Tey allarflestu ungu siga altíð NEI til rúsandi evnir, og tað kanst tú eisini gera

Sissandi rúsevni
Sissandi rúsevni

Sissandi rúsevni

Virka sissandi og doyvandi, tí tey darva centralnervaskipanina

Dømir um sissandi rúsevnir:

• Hash (cannabis)

• Heroin

• Benzodiazepinir (t.d. stesolid)

• Sniffa (lívrunnin upploysilig evnir)

• GHB (fantasy)

Stimbrandi rúsevni
Stimbrandi rúsevni

Stimbrandi rúsevni

Virka uppkvikkandi, tí tey fáa centralnervaskipanina til at arbeiða við fullari ferð

Dømir um stimbrandi rúsevnir:

• Amfetamin

• Kokain

• Ecstasy

Sansahvørvandi (hallucinerandi) rúsevni
Sansahvørvandi (hallucinerandi) rúsevni

Sansahvørvandi (hallucinerandi) rúsevni

Virka við at geva sansaávirkan á centralnervaskipanina, ið ikki samsvara við ávirkanina ið kemur úti frá.

Ein sær t.d. ting og hoyrir ljóð ið ikki eru verulig.

Dømir um hallusinerandi rúsevni:

• Soppar

• LSD (lysergsyrediatylamin)

Hví taka ung rúsevni?

Hví taka ung rúsevni?

• Trupul familjuviðurskifti

• Lágt sjálvsvirði

• Forvitni

• Bólkatrýst

• Ungdómsuppreistur

• Mótafyribrigdi

• At kenna suðið

Hví eru rúsevni vandamikil?

Øll rúsevnir kunnu geva tær eina ringa uppliving.

Tú kanst blíva illa fyri kropsliga ella sálarliga t.d. spýggja ella fáa panikkangist.

Tú kanst koma til skaða ella út fyri vanlukku, tí metingarevni, rørsla og reaktiónir eru illa inntunaði.

Tey flestu rúsevnir kunnu geva álvarsama eitran.

Nógv av rúsevnunum kanst tú doyggja av.

Keldur:

Hent at vita um rúsevnir (Bólklingur)

Alt om stoffer - Sundhedsstyrelsen