Til foreldur

Tú hevur ávirkan á drekkivanarnar hjá tínum barnið

Kelda: SST

Donsk ungfólk drekka meira og byrja fyrr enn ung í øðrum evropiskum londum. Soleiðis hevur verið tey seinastu 20 árini. Sostatt eru tey í størri vanda fyri at fáa vánaliga heilsu umframt aðrar fylgjur, ið standast av rúsdrekkanýtslu.

40% av ungum dønum hava verið fullir seinastu 30 dagarnar, og tað er ein methøgur partur samanborið við ung í øðrum evropiskum londum.

Kelda: ESPAD 2019 síðu 47

Skaðiligt bæði ta fyrstu tíðina og síðani sum frá líður

Stór rúsdrekkanýtsla ávirkar likamið á mangan hátt og kann fáa ymiskar fylgjur. Her eru tríggjar tær ivaleyst kendastu:

  1. Tey hava minni tamarhald á sær sjálvum, sum kann verða orsøk til vanlukkur og við hvørt eisini til harðskap ella ágang

  2. Tey vera ov djørv, sum m.a. kann verða atvold til óviljað sex ella nýtslu av ólógligum rúsevnum.

  3. Tey vera hundasjúk, hava ilt við at koma fyri seg aftur, sum kann ávirka skúlagongdina

Tosa støðugt við barnið um veitslur og rúsdrekkanýtslu

Foreldur fáa fyrst og fremst vitan við samrøðum. Tað er tí umráðandi at spyrja gjølla um veitslur og upplivingarnar av mentanini, tey ungu hava í sambandi við rúsdrekkanýtslu. Tey ungu eru ofta ikki trek at svara, spyrja foreldrini gjølla á ein forvitnan og opnan hátt.

Greið barni tínum frá, at tað altíð kann koma til tín við sínum spurningum ella yvaspurningum. Greið frá, at tú fert ALTÍÐ at vera har, sama hvat ið hendir, og at tit ALTÍÐ  kunnu finna eina góða loysn í felag, sama hvat tað snýr seg um.

Ger avtalu um rúsdrekka við tannáringin

Nógv foreldur halda, at børn og ung eiga í minsta lagi at vera 18 ár, áðrenn tey kunnu keypa sterkt. Men nøkur foreldur eru í iva, hvørt tey skulu hava avtalur um rúsdrekka eftir fólkaskúlan. Nógv bendir á, at tað kann vera rættiliga skilagott at varðveita rúsdrekkaavtalurnar, sjálvt um tey ungu eru farin í framhaldsskúla ella yrkisskúla.  Ofta tað er tað soleiðis, at tað er í byrjanini av einari ungdómsskúlaútbúgving, at rúsdrekkanýtslan tekur dik á seg.

Kanningar vísa, at ung drekka minni, hava foreldrini gjørt tíðiligar avtalur við tey um, hvussu nógv tey kunnu drekka. Tá krevst kortini, at foreldrini fylgja væl við og hava samskifti við barnið, verður avtalan ikki hildin.

Mong byrja seinni at drekka, hava foreldrini sett eitt aldursmark fyri, nær tey kunnu byrja at drekka sterkt. Tit kunnu kunna tykkum í tilráðingum frá Sundhedsstyrelsen og brúka tær at miða tykkum eftir.

Tað eru heilt góð sannlíkindi fyri, at barnið fer at drekka minni, hevur tað avtalur um at koma heim ásetta tíð. Er avtala samstundis gjørd um, hvussu nógv rúsdrekka kann verða drukkið, kann tað merkja, at tey ungu hugsa um ikki at kenna nógv til, tá ið tey koma heim aftur.

Bólkatrýst

Spyr barnið, um tað hevur kent seg noytt at drekka rúsdrekka. Tað snýr seg eisini um óbeinleiðis trýst frá umhvørvinum. Tosa um, hvussu tú kanst bera teg at, tá ið tú kennir teg pressaða/n, og týdningin av at kunna siga til. Tú kanst kanska spyrja, um tann unga/ungi heldur, at tað er í lagi at noyða onnur at drekka sterkt, og um tað er í lagi at mæla øðrum til at drekka. Tosa síðan um munin millum at noyða og at spyrja.

Spyr kanska eisini, um tann unga/ungi kennir javnaldra, sum dugir væl at siga til, og tosa síðani um, hvussu hesin persónurin fær sagt til í ymiskum umstøðum.

Tilboð um flutning heim

Tað ber ofta til at fáa kunnleika um rúsdrekkanýtsluna í vinaskaranum, bjóðar tú tær til at koyra ein túr í býin eftir teimum o.s.fr.

Vissa barnið um, at tað altíð kann ringja, bilar okkurt

Tað hevur stóran týdning, at tey ungu vita, at tey altíð kunnu ringja til foreldrini. Hetta er eisini galdandi í førum, tá ið tey ungu hava brotið reglur og avtalur ella hava framt okkurt ólógligt. Tá ið tú orðar hetta við barnið, nýtist tær ikki at koma við ítøkiligum dømum, tí tað kann senda signal um, at tú góðtekur ymsa óhóskandi atferð.

Ver góð fyrimynd

Ver góð fyrimynd á tann hátt, at tú avmarkar tína egnu rúsdrekkanýtslu                  

Hugsa um, hvussu nógv tú sjálv/sjálvur drekkur, og hvussu tú drekkur rúsdrekka. Tað kann ávirka rúsdrekkavanarnar hjá tí unga, drekka foreldrini rættiliga nógv og ofta. Har afturat kann tað ávirka fatanina hjá tí unga av rúsdrekka, njóta foreldrini t.d. eitt glas eftir dagsins strev.

Royn at sleppa undan at skeinkja barni tínum ella ungdómi rúsdrekka.

Summi foreldur ímynda sær, at tað kann vera vinningur í tí at skeinkja teimum ungu sterkt heima við hús, tí so læra tey “at drekka í tryggum kringumstøðum” og fáa á tann hátt virðing fyri rúsdrekka umframt royndirnar at drekka. Tað er kortini einki, ið bendir á, at so er. Í roynd og veru drekka ung meira enn onnur ung, hava tey “lært at drekka heima”.

Royn ikki at lýsa rúsdrekkaávirkanina ógviliga jaliga

Rúsdrekka verður ofta umtalað sum eitt evni, ið gevur hvíld og lætta, ótrúligar upplivingar ella njótingar viðvíkjandi smakki ella sum ein ómissiligur táttur í góðum veitslulagi. Hevur onkur fingið ógviliga nógv at drekka, gera vit ofta skemt burtur úr tí. Vit kunnu eisini í gáloysi koma at umtala henda persónin, sum tað næstan ikki sæst á, við ávísari virðing.  Hetta kann gera sítt til at tekna eina skeiva mynd fyri tí unga, sum lættliga kann fáa ta fatan, at  tað at vera nógv ávirkaður av rúsdrekka er gott og jaligt.