Sálarheilsa
Út frá skrásetingum, sum skúlaheilsufrøðingar í Føroyum hava gjørt, síggja vit, at nógv tann størsti parturin av børnunum í fólkaskúlunum trívist og hevur tað gott.
Tó eru tað 30% av føroysku fólkaskúlanæmingunum, sum liva við ymiskum sárbari, ímeðan umleið fjórði hvør næmingur livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka teirra sálarligu heilsu.
Um vit hyggja at sárbæri hjá næmingum, so er tann størsti parturin í hesum sambandi tengdur at foreldraskilnaði, nevniliga heili 20% av teimum næmingunum, sum blivu kannaðir.
Hentar slóðir:
Sálarheilsa hjá fólkaskúlanæmingum í tølum - Gigni