Samrøðubólkar

Hvat er ein samrøðubólkur

Talan er um ein lítlan bólk av børnum ella ungum, sum hittast ávísar dagar
í eitt avmarkað tíðarskeið. Samrøðubólkarnir hittast vanliga á skúlanum
í 1½ tíma hvørja ferð. Ein heilsufrøðingur og ein lærari, ið eru útbúgvin
barnabólkaleiðarar, leggja til rættis og leiða bólkafundirnar. Í summum
førum eru tað tó tveir heilsufrøðingar ella onnur við viðkomandi útbúgving.
Bólkarnir møtast í einum tryggum og kendum umhvørvi, har tosað verður
um ymisk evnir, sum vit av royndum vita, eru viðkomandi hjá børnum,
hvørs foreldur eru farin hvør til sítt.
Barnabólkaleiðarin skipar ymiskar venjingar, sum eru við til at gera tað
trygt og lætt at byrja góðar samrøður.

Hvat er endamálið við einum samrøðubólki?

• At barnið/tann ungi upplivir ein felagsskap og at verða saman
við øðrum við líknandi/somu tonkum og kenslum

• At barnið upplivir støður, har onnur siga: “Hatta havi eg eisini upplivað”

• At barnið/tann ungi betri kann skilja egnar tankar og kenslur

• At barnið/tann ungi fær eina vón og atgerðarmøguleikar

Hvat kunnu vit tosa um í samrøðubólkinum?

Tær 6-8 ferðirnar vit hittast verður tosað um nógv ymisk evnir, sum eru
viðkomandi fyri hesi børnini.

Hesi kunnu millum annað vera:

• Skiftidagar millum ymisk heim

• Mammusa og pápasa nýggju makar

• Dagurin, tá ið eg fekk tað at vita

• Er tað mín skyld? Skyld og ábyrgd

• Tá ið mamma og pápi eru óvinir

• Saknur

• Svøvnur

• Ymiskar reglur

• Kensla av at vera óróligur, keddur og at hava mótstríðandi kenslur

• Sambandið ímillum mammu og pápa

• Vil ikki fortelja sannleikan til hin

• Merkisdagar og feriur

At vera partur av einum samrøðubólki kann geva barninum og tí unga eina
kenslu av at verða sæddur, hoyrdur og skiltur

Nær hittast vit?

Vit hittast aðru hvørja viku, og tit fáa boð um, hvar vit hittast. Tá vit
hittast
fáa vit okkurt lætt til matna og okkurt at drekka.

Tað er umráðandi, at foreldur stuðla børnunum í at møta til
samrøðubólk hvørja ferð.