Nýggjir vinir á netinum

Nógvir tannáringar fara á netið at skriva og spæla við floksfelagarnar. Men á netinum kann man eisini fáa nýggjar vinir, sum man ikki hevur hitt fyrr. Tað góða við at fáa vinir á netinum er, at har eru vinir fyri øll – óansæð um tær dámar tónleik, fótbólt ella telduspøl.

Skrivar tú við einum vaksnum?

Summi børn uppliva, at ein vaksin skrivar til tey á netinum. Onkuntíð látast tey vaksnu, at tey eru børn, og tað kann vera ringt at vita. Kanska hevur tú upplivað, at ein vaksin hevur skrivað til tín? Kanska fortelja tey tær, at tú sært gott út, og tað virkar sum, at tey lurta eftir tær og veruliga skilja teg. Ver varin, um tú heldur, at har er okkurt løgið við persóninum, sum skrivar til tín. Tosa um tað við ein vaksnan, sum tú hevur álit á.

  • Fortel ongantíð einum vaksnum, sum tú møtir á netinum, hvar tú býrt, ella hvat títt telefonnummar er.

  • Hav ein vin við tær, um tú ætlar at møtast við onkrum, sum tú hevur hitt á netinum. Og sig altíð einum vaksnum frá fyrst.

  • Minst til, at tú skyldar ongum at gera nakað, sum tú ikki hevur hug til.

  • Og minst til, at tað er altíð tann vaksni, sum eigur ábyrgdina, um okkurt hendir, sum tær ikki dámar.  

    Kelda: Tá tú verður tannáringur - Gigni og Sundhedsstyrelsen 2022