Skíggjaráð til tín millum 13 og 18 ár
Skíggjatíð: Í mesta lagi 2-3 tímar um dagin.
- Met um hvussu tín skíggjanýtsla ávirkar teg. Forðar telefonin tær í at gera annað, ið tú hevði havt gott av. Um so er, royn og broyt tínar vanar og bið um hjálp, um tørvur er á tí.
- Hugsa um orðavalið og tónan, tú brúkar á netinum og ver við til at skapa eina jaliga og trygga netmentan.
- Bið um hjálp, um tú ert fyri ágangi ella særandi boðum á netinum. Tað kann hjálpa at tosa við ein vaksnan, ið tú hevur álit á.
- Royn at hava eina góða javnvág í gerandisdegnum. Tryggja, at tú hevur nóg mikið av tíð til at røkja sambandið við vinir og familju, rørslu, svøvn og heimaarbeiði.
Kelda: Heilsustýrið - Skíggjar