Skíggjaráð

Í 2017 kunngjørdi Fólkaheilsuráðið átta yvirskipað skíggjaráð:

• Avmarka skíggjanýtsluna
• Et uttan skíggja
• Tosa við onnur uttan skíggja
• Hav eygnasamband við tey, sum tú tosar við
• Ver ein góð fyrimynd
• Far í song uttan skíggja
• Ger reglur fyri skíggjatíð
• Ver saman við børnum, tá ið tey brúka skíggja


Fólkaheilsuráðið hevur, við støði í vísindaligari gransking á
økinum, arbeitt við neyvari skíggjaráðum enn áður, og hevur útgivið nýggjan faldara við nærri kunning um skíggjaráðini. 

Faldari: Almennu skíggjaráðini - 2021

Kelda: www.folkaheilsa.fo