Happing

Happing er, tá ið man verður hildin uttan fyri felagsskapin. Happing kann fara fram á nógvar ymiskar mátar. Onkuntíð er eingin ivi í, um talan er um happing – man veit akkurát, hvør happar, og hvør verður happað/ur. Men soleiðis er tað ikki altíð. Tað er ymiskt, hvussu vit uppliva happing. Summi halda seg kanska bara tvætla og arga eitt sindur, meðan onnur gerast veruliga kedd.

Óansæð hvussu happing fer fram, so er tað ongantíð í lagið.

Minst tí til at hugsa teg um. Er tað, sum tú heldur vera stuttligt, stuttligt fyri hini? Ivast tú, so spyr. So lætt er tað. Men minst til at spyrja á ein penan máta.

Summi happa, tí tey halda, at um tey ikki happa, so eru tey í vanda fyri at blíva happað sjálvi. Í summum flokkum til dømis – har er tað soleiðis, at tað skiftir, hvør verður happað/ur. So er tað knappliga tann, sum varð happað/ur, sum nú happar – fyri soleiðis ikki at blíva happað/ur aftur.

Skal tað vera gott at ganga í skúla, mugu øll – bæði vaksin og børn – steðga happingini. Tað er annars bæði djarvt og kul at siga frá, tá tú sært onkra/n happa. Veitst tú ikki hvussu, tú skalt bera teg at, tá ið tú stendur í støðuni? So finn ein vaksnan og fortel teimum alt.

Happing á netinum

Happing í flokkinum kann lættliga gerast til happing á netinum. Og
onkuntíð byrjar happingin har. Kanska sleppur man ikki upp í eitt
kjattrúm, har hini í flokkinum eru. Kanska eru summar viðmerkingar til
myndir ordiliga óreinar. Fyri summi kemur tað eisini fyri, at eingin dámar
ella viðmerkir tað, sum tey leggja út ella senda øðrum. Á netinum kann man eisini blíva happað/ur av fremmandum fólki, sum man ongantíð hevur hitt.
Happing er ongantíð í lagið – og tað er líka neyðugt at steðga happing á
netinum sum happing í skúlanum.

Tá tú ert á netinum ella á telefonini, kann tað henda, at tú fært eini boð, sum gera teg kedda/n. Summi orða seg øðrvísi og ógvusligari á netinum,
enn tey gera, tá ið tey standa andlit til andlits við onkran. Tað kann eisini henda, at man misskilur hvønnannan, tá man ikki sær hvønnannan.
Í gjár skrivaði eg á Facebook við nøkrum úr flokkinum um sjónvarpsrøðir. Eg
segði við Mariu, at hon líktist ein av sjónleikarunum. Hon skrivaði so til mín, at eg líktist eini ólekkrari rottu. Eg fekk so ilt í búkin og hugsaði alt kvøldið, hvat eg skuldi svara henni. Dagin eftir spurdi eg Mariu, hvat hon meinti við, og hon segði bara, at hon bleiv glað fyri tað, sum eg skrivaði, og at hon ikki meinti tað í álvara, tá hon kallaði meg fyri eina ólekkra rottu. Tað er sovorðið, sum vit kalla hvønnannan í flokkinum fyri stuttleikar. Tí tá man ikki sær „kropsmálið“ hjá hinum persóninum, er tað ikki altíð til at vita, um tey tvætla, ella um tey meina tað, tá ið tey siga okkurt.
Á netinum kunnu eini boð tulkast øðrvísi enn ætlað. Hugsa teg tí væl um, áðrenn tú sendir eini boð ella deilir eina stuttliga mynd av onkrum øðrum. Tað er ikki vist, at viðkomandi á myndini er við upp á tað. Spyr fyrst. Tað er góður stílur.

Kelda: Tá tú verður tannáringur - Gigni og Sundhedsstyrelsen 2022