
Sálarlig heilsa hjá føroyskum ungum
Í oktober 2024 almannakunngjørdi Heilsustýrið nýggj úrslit úr fólkaheilsukanningini “Hvussu hevur tú tað?” frá 2023. Hon vísti m.a. at viðvíkjandi strongd sæst eitt týðiligt samband millum aldur og strongdarstig.
Tí varð ein kvalitativ kanning gjørd við samrøðubólkum við 28 ung millum 18 og 34 ár, sum tók støði í sjónarmiðunum hjá føroyskum ungdómi.
Í kvalitativu kanningini vístu seg trý høvuðsevni, ið vóru knýtt at sjónarmiðunum hjá ungum um, hvørji viðurskifti ávirka sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum.
Høvuðsevnini vóru: ov nógvir valmøguleikar, høgar væntanir og avmarkingar í einum lítlum samfelag.
Hóast tey ungu virðismeta valmøguleikarnar, hava teir eina neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá teimum
Tætt knýtt at mongu valmøguleikunum eru høgar væntanir, ið er næsta høvuðsevni, ið ávirkar sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungdómi.
Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tað hevur nakrar avmarkingar við sær, ið ávirkar tey ungu, sum búgva í útjaðaranum av landinum, og er hetta triðja høvuðsevni í frágreiðinini. Les meira her
Fimm tilmæli til at betra um sálarligu heilsuna millum ung
Tey ungu fingu eisini møguleika fyri at geva sítt íkast til, hvat tey meta kann gerast fyri at betra um sálarligu heilsuna hjá føroyskum ungum. Hetta førdi til nøkur tilmæli hjá luttakarunum, ið eru skipað í fimm høvuðsevni.
Høvuðstilmælini eru:
1. Skapa fleiri møguleikar fyri sosialum virksemi í útjaðaranum
2. Leggja minni dent á próvtøl í skúlaskipanini og samfelagnum sum heild
3. Avmarka atgongdina til sosialar miðlar og skíggjar
4. Gera tað liviligari fyri ung í Føroyum
5. Skapa opinleika um sálarliga heilsu og skapa atgongd til hjálp
Keldur:
Sálarlig heilsa hjá føroyskum ungum
Hvussu hevur tú tað? - 2023
Sálarliga heilsan hjá ungum - frágreiðing og tilmæli
Hentar slóðir:
Spyr heilsufrøðingin
Tú og eg ráðgevingin - Barnabati
Kjatt ráðgeving - Sinnisbati