Vinirnir

Vinirnir

Tá ið tú gerst tannáringur, fara vinirnir at fáa stóran týdning fyri teg. Onkuntíð enntá størri týdning enn familjan. Nógv fáa nýggjar vinir, tá ið tey eru tannáringar, og kanska eru tey saman á ein øðrvísi hátt. Man steðgar at „spæla“, og í staðin er man bara saman – spælir telduspøl, hyggur at youtube og tosar um, hvørjum man skal fylgja á netinum. Men sjálvt um tað er gott at hava vinir á netinum, er tað eisini gott at síggja síni vinfólk „offline“.

Í tannáringaárunum fært tú ivaleyst nýggj áhugamál. Tað er ikki vist, at tú longur hevur somu áhugamál sum tey, tú plagdi at vera saman við. Tað kann eisini henda seg, at tú missir vinir. Kanska hevur tín besti vinur hug til onnur ting enn tú, og áðrenn tú veitst av, hevur viðkomandi ein nýggjan besta vin? At missa vinir kann kennast sum svik, og tað er ikki stuttligt. Kanska ert tú eisini øvundsjúkur á teirra nýggju vinir? Eitt skalt tú vita – hetta er púra vanligt, og hetta hendir fyri nógv. Men tað hjálpir at tosa við onkran um tað – ein annan vin, systkini, foreldrini. Har eru nógv, sum enn eru góð við teg.

Kelda: Tá tú verður tannáringur - Gigni og Sundhedsstyrelsen 2022