Grátur og troyst

Grátur og troyst

Barnið kallar við grátinum á tykkum, og tit koma og nøkta tørvin, sum tað hevur. Soleiðis fær barnið eitt trygt tilknýti til tykkara.

Tá ið pinkubarnið grætur, fara tit at royna at troysta tað. Á tann hátt læra tit at skilja barnið, og tykkara barn lærir, at har er onkur, sum hevur umsorgan fyri tí.

Grátur 0-3 mánaðir
Grátur 0-3 mánaðir

Barnið grætur, tá ið tit skulu hjálpa til at nøkta ein tørv og linna um trega og ófýsi, t.d. svongd, møði, ótryggleika, eina váta blæu ella sjúku.

Í byrjanini mugu tit royna at fáa at vita, hvat bagir. Men skjótt kenna tit barnið so væl, at tit fáa varhugan av, hvat tað fortelur við grátinum

Tit hoyra eisini, at tað eru ljóðbrigdi í tí, barnið roynir at siga, t.d. "eg keði meg" ella "eg kenni meg ótryggan". Onkur grátur skal koma tykkum við straks, annar grátur hevur kanska ikki so stóran bráðskund.

Tá ið gráturin heldur á

Við hvørt grætur barnið, sama hvat tit gera. Tað er eins og tað dugir ikki at steðga, tá ið tað fyrst er byrjað.

Tá ið tað hendir, er barnið vorðið ”ovursvangt” og fær ikki um vørtuna av berari sinnisrørslu ella, tí at svølgiafturbrøgdini (refleksini) virka ikki nóg skjótt. Ella er barnið kanska ógvuliga møtt og lúgvað seint á degi av øllum dagsins árinum. Tí noyðast tit at halda fram at geva tí ta føði ella frið, ið tí tørvar, meðan tit sjálv síggja til at vera rólig. Eru tit bæði heima, kunnu tit skiftast um at taka tykkum av tí grátandi barninum.

Børn gráta so ymiskt

Tað er stórur munur á børnum. Nøkur gráta nógv, onnur gráta minni og liggja leingi og mjarra, áðrenn tað verður til rættiligan grát. Vanliga gráta børn ikki nógv teir fyrstu dagarnar, men so tekur hann so líðandi til. Sum oftast gráta børn mest, tá ið tey eru tveir mánaðir, síðani minkar aftur.

Um gráturin streingir tykkum

Ikki øll tola barnagrát leingi, og tað kann kennast, sum barnið grætur í fleiri tímar, hóast hann "bara" stendur við í 20 minuttir.

Nøkur foreldur hava fragd av at spæla (t.d fløgu) við "hvítum óljóði", tí tað sissar barnið. Tað kann t.d.vera ljóðið frá einum hárturkara ella dustsúgvara.

Onnur nýta hoyritelefonir við "hvítum óljóði" til sín sjálvs fyri at tola grátin og ikki gerast strongd av honum. Aftur onnur leggja tað grátandi barnið í songina og fara út eina løtu, meðan tey sjálv royna at sissast. Mest ræður um, at barnið hevur tað trygt, og at tit missa ikki tolið.

Roynið at sættast við, at tað er heilt vanligt, at pinkubørn gráta. Gevið barninum umsorgan og troyst, tá ið tað grætur. Latið tykkum ikki streingjast av ljóðinum. Roynið at skiftast at passa barnið, tá ið tað grætur.

Soleiðis kunnu tit fáa ró
Soleiðis kunnu tit fáa ró

Roynið fyrst at finna orsøkina til grátin. Kann tað vera svongd, møði, ótryggleiki, ein vát blæa, sjúka ella ófýsi?

Ella hevur barnið bara tørv á at vera trygt í fanginum á einum tykkara?

Barnið grætur illa, og mamma brúkar ”fetil” og kropssamband at sissa tað við.

So líðandi fellur ró yvir barnið, tá ið tað hoyrir hjartasláttin á mammuni og merkir tøttu fevningina av at sita í fatli.

Tá ið tit hava sæð, at alt tað, ið er neyðturviligt, er uppfylt, kunnu tit royna ymsar mátar at troysta tað við. Skift ikki ov ofta frá einum máta til ein annan máta at troysta uppá, tí tað fer av sær sjálvum at skapa óró.

  • Kropssamband – gjarna húð móti húð. Ofta heldur barnið uppat at gráta, tá ið tað verður tikið upp. Børn, ið ofta eru í fanginum, gráta minni, enn tey, sum oftast liggja einsamøll.

  • Táta: Tá ið bróstagevingin er komin heilt í rættlag, kunnu tit hugsa um at geva barninum tátu. Tá ið tit fyrstu ferð geva tátu, er tað best, at tað er ein løta, tá ið barnið er róligt og ikki grætur. So fer tað lættari at taka við tátuni, men tey flestu børnini skulu fyrst læra tað.

  • Skrúva niður ljóð og ljós: Sløkk sjónvarpið og skrúva niður ljós og ljóð. Royn at vísa kropstamarhald.

  • Sissandi ljóð: Fábroytt, veikt murr kann minka munandi um brádlig órógvandi ljóð nær við barnið. Tað langdrigna murrið leggur eitt "ljóðteppi" út yvir onnur ljóð. Tað verður eisini nevnt "hvítt óljóð".

  • Vaggandi rørslur: Róligar rørslur aftur og fram munnu minna barnið á tíðina í móðurlívi og er samstundis ein vissa um, at tit eru í nánd. Barnið er ikki einsamalt. Byrjið við at vagga barninum í vøggu ella barnavogni. Hjálpir tað ikki, kunnu tit taka tað upp og bera tað eina løtu.

  • Í reivi: Summum børnum dámar at verða reivað, liggja undir teppi ella fáa dýnu rundan um seg. Tá ið barnið svevur, skulu tit lætta dýnuni, so at tað verður ikki ov heitt hjá tí.

Drúgvur grátur

Summi børn gráta leingi og ógvisliga um kvøldið, serliga teir fyrstu mánaðirnar í lívinum.

Tað verður nevnt kolikkur, um eitt annars frískt barn:

  • grætur tríggjar tímar um dagin

  • minst tríggjar dagar um vikuna

  • tríggjar teir fyrstu mánaðirnar.

Orsøkin til henda drúgva grátin er ikki kend, og tað er eingin almenn viðgerð av tí standinum, ið heldur uppat av sær sjálvum eftir einum tveimum mánaðum. Les meira búkilsku/kolik her.

Tosa við læknan og heilsufrøðingin um tað, grætur barnið nógv. Í fyrstu syftu hevur tað stóran týdning at kanna, um gráturin stavar frá pínu ella sjúku. Ofta er barnið kortini frískt og ferðugt – gráturin undantikin.

Í Danmark gráta pinkubørn tveir tímar í meðal um dagin, nøkur gráta lítið, onnur meira. Í nøkrum londum gráta pinkubørn munandi meira enn tveir tímar um dagin, kanska tí tað er siðvenja at lata tey liggja og gráta eina løtu, áðrenn tey verða tikin upp. Sambært allýsingini høvdu nógv av hesum børnum havt kolikk.

Fær barnið drúgv herðindi av gráti, mugu tit fyrst og fremst vera rólig og duga at meta um støðuna. Tit mugu hjálpa hvør øðrum og geva barninum troyst og umsorgan. Sjálvt um tað ikki steðgar grátinum, kunnu tit hjálpa barninum við nærveru, kærleika og umsorgan.

Sum oftast koma tey drúgvu grátiherðindini seint seinapartin og tíðliga um kvøldið. Sama hvat tit gera, steðgar gráturin ikki. Ansið eftir, at tit ikki alla tíðina finna uppá at "gera okkurt annað". Haldið fast við tað, ið tit beinanvegin halda vera rætt og bíðið við at broyta ætlan, til tit vita, um hon hevur hjálpt.

Ansið væl eftir tykkum sjálvum

Tit kunnu kanska ikki steðga grátinum, men tykkara nærvera merkir, at barnið merkir, at tað er ikki einsamalt. Tit fara ivaleyst at fáa tað betri, tá ið tit gera tað, tit kunnu, fyri tykkara grátandi barn. Tá ið tit hava gjørt tað, tit kunnu, gerst ikki meir. So mugu tit bara geva tí kærleika og umsorgan- og annars bíða eftir, at gráturin stilnar.

GG: Gloymið ikki at hugsa um tykkum sjálv. Tað er neyðugt, at tit hava eitt sindur av avlopsorku eftir. Roynið at fáa hjálp frá familju og vinum at koma ígjøgnum hesa truplu tíðina. Tey kunnu t.d. fara ein túr við barninum, meðan tit hvíla tykkum ella loysa ymsar uppgávur heima, ið liggja á láni. Sí eisini "Hjálp til troytt foreldur" her.

Rist ongantíð í eitt pinkubarn

Barnið kann fara at bløða í heilanum, og tað kann hava heilaskaða ella deyða við sær. Er tú eina við barninum og hevur ilt við at tola grátin, legg so barnið í sína egnu song, lyft ella vøggu, og far út úr kamarinum eitt bil, drag andan djúpan, og far fyrst aftur í kamarið, tá ið friður er fallin á teg. Tak barnið upp og troysta tað. Bið um hjálp hjá familju, vinum ella lækna, um barnagráturin og skríggini geva tær bestan hugin at tveita alt frá tær. Minst til, at barnið ongantíð grætur fyri plága ella arga teg.

Skriva niður, nær barnið grætur

Tá ið barnið grætur, kunnu minuttir kennast sum tímar, og tímar sum dagar. Tit kunnu missa varhugan av, hvussu nógv tykkara barn í veruleikanum grætur, og um okkurt av tí, tit gera fyri at ugga barnið, veruliga hjálpir.

Tit kunnu fáa eitt frægari yvirlit yvir støðuna, um tit í nakrar heilt fáar dagar føra roknskap og seta inn í eina talvu, nær barnið grætur. Tað kann eisini gerast á telefonini. Avrita talvuna og fyll hana út fyri 2-3 dagar.

Tað kann vera gott at skriva, hvussu barnið hevur havt tað seinasta samdøgrið:

  • Svevur

  • Etur

  • Vakið og róligt

  • Óróligt/surrar

  • Grætur illa og troystast ikki

Grátur 4-12 mánaðir

Barnið skilir nú, at tit eru ikki ein eind, men einstakir persónar. Tað skilir, at tað kann kalla á tykkum við gráti, tá ið tað hevur tørv á umsorgan.

Tá ið tað er 6-7 mánaðir, kann orsøkin til grátin vera, at barnið hevur ilt fyri tonnum. Barnið byrjar eisini at vísa sinnalagið og fortelur týðiliga og greitt, er tað ikki nøgt við tykkara avgerðir. Dámar barninum t.d. at vera í baðikarinum, kann øði koma í tað, tá ið baðið er liðugt.

Eyðkendar orsøkir til grátin

Frá fýra mánaðum og til eitt ársaldur eru tær eyðkendastu grundirnar til grát – umframt svongd og møði:

  • Eg eri bangin, tí eg síggi teg ikki.

  • Eg kenni meg einsamallan/keði meg.

  • Eg havi ilt fyri tonnum.

  • Mær dámar ikki fólk við djúpari rødd, skeggi, kasketti ella onkrum øðrum.

GG: Gevið gætur, at áhaldandi grátur kann koma av pínu ella sjúku. Serliga um har eisini er fepur, órógv, linki (slaphed), útbrot ella onnur tekin um, at barnið ikki hevur tað gott. Tosið við læknan, eru tit í iva, sí eisini "Lækni til tað sjúka barnið" her.

Barnið verður meira tilvitið

Tit kunnu nú hoyra mun á ymsum gráti og laga tykkara atburð eftir, hvussu álvarsamur hann er. Teir komandi mánaðirnar kunnu tit hugsa um, hvussu tit vilja, tit skulu hava tað saman tann vanliga gerandisdagin – og so leggja alt til rættis tann vegin í frið og náðum. Tit skulu geva barninum umsorgan, tá ið tað biður um hana. Men tit kunnu hugsa um, alt eftir hvussu gamalt barnið er:

  • Skal barnið so við og við venjast til at bíða eitt bil, áðrenn tit koma?

  • Skal barnið altíð fáa mestu umsorgan beinanvegin tað knarrar eitt lítið sindur, ella hvussu kunnu tit laga tað, tit gera, til eftir barnsins aldri og tørvi?

Ofta er als ikki tíð at hugsa seg um, hvat skal verða gjørt, tí foreldur eru von við at lata við seg koma beinanvegin, tá ið pinkubarnið knarrar. So líðandi fer barnið at fáa vitan um, at tit fara at koma, og so kann tað saktans bíða eitt sindur.

Geva eftir ella halda upp á sítt
Geva eftir ella halda upp á sítt

Tit hava nú lært hvørt annað betur at kenna: Barnið er nú meira tilvitað um, at tess "kallan" kann fáa tykkum at "svara" á ein ávísan hátt.

Tað er vorðið lættari at skilja ímillum tey ymisku sløgini av gráti, og tit kunnu meta um tey ynski og tørv, gráturin boðar frá: Er tað rætt at leggja barnið nú? Man tað vera svangt nú, ella skal tað bara hava eitt klemm?

Skjótt skal barnið læra, um tað eru tit sum foreldur, ið hava síðsta orðið, tá ið tað t.d. kemur til at busta tenn ella at verða sett í barnastól (undir koyring) – sjálvt um barnið eisini grætur? Støðan til hesar spurningar skal bara verða greið, sama hvussu ilt barnið verður.

Har munnu heilt ofta koma støður fyri, tá ið tit fara at ivast í, hvat er eitt rímiligt ynski, og nær tit eiga at halda uppá tykkara, men so við og við fáa tit skil á tí.

Barnið gerst trygt, tá ið tit hava greið tekin og atburð, og fer so líðandi at læra, hvat kann samráðast um og ikki.

Tosið saman, tá ið tit eru í iva um, hvat skal gerast.

Tit munnu ivaleyst hava ymisk mørk fyri, hvat tit kunnu tola og hava kanska fingið ólíka uppaling.

Tosið eisini við vinir, tit líta á, ella við onnur í mammubólki. Tað kemur væl við at fáa afturboðan (feedback) um sínar foreldraavgerðir frá øðrum – bara tú minnist til at nevna ella taka við barnsins aldur, tekin og tína egnu vitan um allar viðkomandi kringumstøður.

Hjálp til troytt foreldur

Til tess at orka at taka tykkum av tí lítla barninum, er neyðugt, at tit ansa eftir tykkum sjálvum og fáa nóg nógvan svøvn, mat og drekka.

  • Sovið, tá ið barnið svevur

  • Takið við hjálp frá øðrum. Tit kunnu t.d. biðja familju og vinir fara ein túr við barninum í barnavogninum.

  • Síggið sjálv til, at tit fáa mat og drekka. Gott hugskot er altíð at hava eina kannu við vatni og eitt sindur av frukt og breyði standandi, sum tit kunnu fáa tykkum, meðan tit taka tykkum av barninum.

  • Farið ein túr við barninum í vogninum – og skiftast tit, so kann annað sova ímeðan.

  • Latið væntanina vera veruleikakenda. So leingi barnið er heilt lítið og krevur tað mesta av tykkara eftiransni, fer gerandisdagurin at vera heilt øðrvísi enn fyrr. Tørvurin hjá barninum kemur fram um alt, meðan tað, tykkum tørvar, má fara afturum. Seinni fáa tit aftur betri tíð til tykkum sjálv – og avlopsorku at røkja vinaskara og áhugamál.

  • Lærið at hava við truplar kenslur at gera. Tá ið barnið grætur nógv, kunnu tit gerast rættiliga ørkymlað og kedd. Sættist við, at tað er natúrligt at kenna tað soleiðis við hvørt, Men latið tað ongantíð ráma barnið. Eru tit um at missa tamarhaldið, latið so onnur taka við. Ella leggið barnið í rimasongina og farið út, til tit aftur eru sissað. Fáið nakað niðurum, latið ró falla á tykkum, og farið so innaftur til barnið.