Ongir mammubólkar við teimum yngstu børnunum enn
4. januar 2023

Ongir mammubólkar við teimum yngstu børnunum enn

Av tí at nógv børn og vaksin eru sjúk, hava vit valt ikki at hava mammubólkar við teimum yngstu børnunum fram til 1. mars. Tað vil siga, at vit frámæla øllum mammubólkum við børnum yngri enn 3 mánaðir. Hetta er gjørt í samráð við Barnadeildina. Tað hava verið nógv børn, sum hava verið innløgd síðstu tíðina. Tey verða innløgd vegna RS-virus, influensa A og við korona.

Tað er tí umráðandi at halda frástøðu frá teimum lítlu børnunum, um vit eru forkølaði, hosta ella hava onnur sjúkueyðkennir. Sjálvandi kunnu foreldur og systkin ikki haldast burtur, men onnur vitjandi skulu hugsa seg um, áðrenn farið verður at vitja, har pinkubørn eru.

Eisini er umráðandi at foreldur ikki fara í stórar fólkamongdir ella aðrar samkomir við sínum smáu børnum. Vandi fyri smittu er allastaðni í løtuni.

Handreinføri er allarbesta smittuverjan
Vaska hendur ofta, og hvørja ferð, tú hevur havt samband við ein, sum hevur sjúkueyðkennir. Tað er eisini týdningarmikið at vaska hendurnar, áðrenn farið verður til pinkubarnið. Minnist til at biðja systkin og onnur vitjandi um at vaska hendurnar, áðrenn nomið verður við barnið.

Les meira um RS virus her.